Bjør Samulsen, løgtingsforkvinna, varð boðin til móttøku í Landstingssalinum á Christiansborg, har høvið var at heilsa persónliga uppá kong. Løgtingsforkvinnan bar nýggja danska konginum eina heilsan frá Løgtinginum og ynskti honum við kongafamiljuni blíðan byr á leiðini.
Móttøkan var í sambandi við at hátignirnar Frederik X kongur og Mary drotning saman við Margrethe II drotning vitjaðu í danska Fólkatinginum. Formaður fólkatingsins, Søren Gade og danska forsætisráðsfrúan Mette Frederiksen talaðu fyri nýggja konginum eins og forsætisráðsfrúan eftir gomlum siði las upp eina heilsan frá kongi til Fólkatingið.
Heilsan send kongshúsinum í sambandi við trónuskiftið
Sunnudagin 14. januar sendið løgtingsforkvinnan Margrethe drotning og Frederik kongi heilsanir frá løgtinginum. Tær ljóða soleiðis:
Heilsan til Drotning Magrethu:
##med2##
Heilsan til Kongshjúnini:
##med3##