Bjøro Håland fyltur 80 ár

Herfyri fór norski countrytónleikarin Bjøro Håland um tey 80 árini. Hann er væl kendur í Føroyum.

Bjøro Håland er nú 80 ára gamal.

 

Dagin helt hann við tveimum konsertum, har øll atgongumerki vórðu seld, og gestatónleikarar vóru í røð at sleppa at heiðra Bjøro.

 

Kurt Nilsen, Bjørn Eidsvåg og mong onnur luttóku.

 

Håland hevur selt fleiri enn 4 milliónir eintøk av útgávum sínum, veit forlagið Grappa at siga sambært nrk.no.

 

Bjøro Håland er væl kendur í Føroyum, og hevur verið á vitjan her, og óivað minnast mong okkurt gott countrykvøld við Bjøro Håland.