Bjørnin tók veiðumannin

Hesaferð vóru ótangarnir sæddir í gerðini og Bjørn Kalsø hevði eitt álvaraorð við teir.

Aftur sunnudagin vóru veiðumenn upp á spæl í Klaksvík og oyðiløgdu onkra av bjarnunum hjá Bjørn Kalsø. 

 

- Eygnavitni sá bil steðga við eina bjørn, sum stóð niðri í Vági í Klaksvík. 3 ungir avbygdamenn fóru úr bilinum, og gjørdu av við bjørnina. Bilurin koyrdi síðan avstað, skrivar Bjørn Kalsø á facebookvanga sínum.

 

Hesir veiðumenninir vóru tó sæddir í gerðini og viðkomandi legði sær nummarspjaldrið á bilinum í geyma.

 

Bjørn Kalsø skrivar, at hann síðani hevur tosað við ein av veiðumonnunum, sum hann kallar teir, og at hesin harmast um hendingina. 

 

Aðrastaðni í landinum koma eisini fráboðanir um, at valplakatir vera oyðilagdar. Í farnu viku vóru plakatir hjá Javnaðarflokkinum skræddar niður á Marknagili og aðrastaðni í Havnini, meðan plakatir hjá serliga Fólkaflokkinum eru skræddar niður um vikuskiftið.