Hvussu fer at verða at koyra ígjøgnum Viðareiðistunnilin, tá ið hann verður liðugur.
Tað vil Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, nú hava at vita frá Henrik Old,sum er landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tað, hann serliga vil hava landsstýrismannin at greiða frá, er, hvat slag av asfalti, ætlanin er at leggja á vegin í tunlinum.
Hann vil hava at vita um ætlanin er at brúka tað bíliga asfaltið, sum nýliga er lagt á nakrar vegir í Kalsoynni, hóast tað bæði er ójavnt og leyst at koyra eftir, sum hann sigur.
Ella er talan um at asfaltera við tí dýrara asfaltinum, sum hevur verið vanligt at brúka, og sum framvegis fer at verða brúkt í miðstaðarøkinum?
Bjørn Kalsø vísir á, at Henrik Old hevur áður greitt Løgtinginum frá, at framyvir fer eitt serligt slag av bíligum asfalti at verða brúkt at asfaltera vegir í útjaðaranum við.
Hann sigur, at hetta slagið av asfalti er lagt á nakrar vegir í Kalsoynni, men hann heldur, at tað er lítið og einki frægari at koyra á vegnum, nú teir eru nýasfalteraðir, enn tað var at koyra á teimum, áðrenn teir vóru asfalteraðir
- Tilfarið liggur leyst á vegnum og slær upp undir botnin á bilinum, tá ið koyrt verður, og harafturat er tað ójavnt at koyra á, staðfestir hann.










