- Kenslan av at vera hóttur var ógvuliga ektað, tá eg var ungur undir kalda krígnum, og soleiðis er tað aftur nú. Russland er ógvuliga nær - beint hinumegin Eystursjógvin, sigur Björn Ulvaeus

Björn Ulvaeus kennur seg hóttan av Russlandi

Fyrrverandi Abba-stjørnan, Björn Ulvaeus, sigur, at hann kennir seg hóttan av Russlandi og heldur, at Týskland við komandi kanslaranum, Friedrich Merz, á odda eigur at standa á odda fyri Evropa

- Kenslan av at vera hóttur var ógvuliga ektað, tá eg var ungur undir kalda krígnum, og soleiðis er tað aftur nú. Russland er ógvuliga nær - beint hinumegin Eystursjógvin, sigur Björn Ulvaeus

Björn Ulvaeus fyllir 80 ár føroyska føroyska flaggdagin, hin 25. apríl.

 

Í einari samrøðu við Der Spiegel fortelur hann frá óttanum, hann hevði sum ungur undir kalda krígnum. Hann sigur, at eins og í dag, føldi hann seg eisini tá hóttan av táverandi Sovjetsamveldinum.

 

Björn Ulvaeus heldur, at Týskland við komandi kanslaranum, Friedrich Merz á odda, eigur at standa fyri leiðsluni av Evropa, tí eftir hansara tykki er Friedrich Merz besta vónin hjá Evropa í løtuni.

 

Í fjør vóru liðin 50 ár, síðan svenski bólkurin, Abba, vann Eurovision Song Contest.

 

Í samrøðu við Der Spiegel sigur fyrrverandi poppstjørnan, at hann livdi í ótta, tá hann vaks upp í Svøríki undir kalda krígnum, og søgan hevur endurtikið seg.

 

- Russland er ógvuliga nær - beint hinumegin Eystursjógvin, sigur hann, tá hann verður spurdur, um hann kendi seg hóttan av Sovjetsamveldinum tá í tíðini.

 

Björn Ulvaeus vísir á, at kenslan av at vera hóttur var ógvuliga ektað undir kalda krígnum, sum hann tekur til, og hann viðgongur, at soleiðis er tað vorðið aftur nú.

 

Hann fortelur, at hann sum ungur ofta hugsaði tankan, hvat hann sjálvur hevði havt gjørt, um Svøríki, sum tá var neutralt, varð álopið.

 

- Hevði eg farið upp í mótstøðurørsluna? Hevði eg havt mót til tað? spyr hann seg sjálvan og leggur aftrat, at tíbetur noyddist hann ongantíð at taka hesa avgerð.

 

Skjótt 80 ára gamla fyrrverandi Abba-stjørnan viðgongur tó yvirfyri Der Spiegel, at hann ongantíð hevði dugað at ímyndað sær at livað undir einum kommunistiskum stýri.

 

##med2##

 

 

 

 

 

- Kenslan av at vera hóttur var ógvuliga ektað, tá eg var ungur undir kalda krígnum, og soleiðis er tað aftur nú. Russland er ógvuliga nær - beint hinumegin Eystursjógvin, sigur Björn Ulvaeus

Í fjør vóru liðin 50 ár, síðan svenski bólkurin, Abba, vann Eurovision Song Contest