Bjørn trilvandi um public service

Hóast tað er staðfest, at senditíð verður seld í almenna Kringvarpinum, so aftrar landsstýrismaðurin seg við at fara inn í málið.

Hóast tað er staðfest, at senditíð verður seld í almenna Kringvarpinum, so aftrar landsstýrismaðurin seg við at fara inn í málið.

 

– Eg havi biðið mína umsiting um at koma við eini frágreiðing, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Borgarstjórar í Tórshavn og Klaksvík liggja báðir framvið, nú senditíð er til sølu í almenna sjónvarpinum. Við at gjalda ávíkavist 50.000 krónur og 60.000 krónur úr sínum kommunukassum fáa Heðin Mortensen og Jógvan Skorheim profilerað sínar býir.

 

Les eisini: Kári selir senditíð fyri 110.000 krónur

 

Ítøkiliga dømið merkir, at tað eru pengarnir sum gera av, um almenna Kringvarpið sendir frá nýggjárshaldi í Havn og Klaksvík, heldur enn úr Vági, av Sandi ella úr Runavík. Pengarnir stýra innihaldinum.

 

- Ja, tað kann sjálvandi vera óheppið, ásannar Bjørn Kalsø, sum tó ikki vil longur inn í málið enn at hann hevur biðið sína umsiting í Mentamálaráðnum um eina frágreiðing.

 

Enn vil landsstýrismaðurin ikki meta um, hvat tað ger við trúvirðið hjá almenna Kringvarpinum, at sendiflatan í sjónvarpinum verður handlað fyri nógvar pengar.

 

Smápartafelagið Fjølvinna stendur fyri nýggjárssendingini. Felagið fær fullan ræðisrætt til útgerð, tilfar og starvsfólk, umframt rættin at selja sendiflatuna til hægstbjóðandi.

 

Les eisini: Kreativur nýggjárssáttmáli

 

Uppgávan er tó ongantíð bjóðað út, hóast eitt rundskriv áleggur øllum almennum stovnum at bjóða út keyp av vørum og tænastum, sum hava eitt virði á meira enn 50.000 krónur.

 

Sama rundskriv sigur eisini, at einstøku stjórnarráðini hava ábyrgd fyri, at stovnar undir teimum fylgja rundskrivinum.

 

Les eisini: KvF aktar ikki Fíggjarmálaráðið

 

Bjørn Kalsø hevur ongar viðmerkingar til manglandi útbjóðingina, annað enn at hann hevur biðið sína umsiting um at geva sær eina frágreiðing.

 

Frágreiðingina fær landsstýrismaðurin tó neyvan fyrr enn eftir nýggjár.

 

Les meira um málið í Sosialinum í dag.