Bjørn skal ansa Koltri

Søvn Landsins hava sett Bjørn Patursson í starv sum fyristøðufólk í Koltri

 

 

Sum liður í, at farið verður undir at skipa eina antikvariska serskipan fyri Koltur, kemur Bjørn Patursson hava umsjón við ognum landsins í Koltri, taka ímóti vitjandi og miðla mentanararvin og náttúruarvin, samskipa virksemini í oynni, varða av savnsuppgávum har og luttaka í tí museala virkseminum hjá Søvnum Landsins. 15 umsóknir vóru til starvið, skriva Søvn Landsins á heimasíðu sínari.

 

Bjørn Patursson er 57 ára gamal. Hann hevur drúgvar starvsroyndir, millum annað sum festari í Koltri, fíggjar- og starvsfólkaleiðari á MBM og stjóri á Búnaðarstovuni. 

- Eg eri fegin um, at vit nú kunnu seta gongd á arbeiðið við antikvarisku serskipanini fyri Koltur. Mentanar- og náttúrusøguliga sæð er oyggin sera áhugaverd, og við eini antikvariskari serskipan fáa vit arbeitt við at skapa røttu karmarnar fyri varðveitingini av mentanar- og náttúrusøguligu virðunum, sigur Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins. 

 

Bjørn Patursson byrjar í starvinum 1. apríl 2015.