Bjørn Kalsø til Skálavíkar at handa virðislønir

Hann fer at handa tríggjar virðislønir og tvær sømdargávur

Næsta hósdag fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, til Skálavíkar at handa mentanarvirðislønir hjá landinum.

Seinastu árini hevur hann gjørt tað, at hann er farin kring landið at handa virðislønirnar.

Í fyrrárið vórðu virðislønirnar handaðar í Klaksvík, í fjør vórðu tær handaðar í Vági og í ár verða tær so handaðar í deplinum í Skálavík næsta hóskvøld.

 

Virðislønirnar verða handaðar tann 15. januar, sum er føðingardagurin hjá Williami Heinesen

 

- Tað er ein hátíðarlig og hugnalig løta, har vit nýta høvi at heiðra nøkur av okkara fremstu listafólkum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Aftur í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 krónur verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum stigi, sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 krónur, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Eisini verður latin ein virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 krónur.

 

Í fjør fekk Tróndur Patursson, listamaður, Mentanarvirðisløn Landsins, Árni Dahl, bókmentafrøðingur, Heiðursgávu Landsins, og Trygvi Danielsen fekk virðislønina til ungt listafólk.

 

Harafturat skulu tvær sømdargávur handast og tær eru lívslangar heiðursgávur á 20.000 krónur um árið og sum verða latnar listafólkum, ið hava útint listarligt avrik.