Bjørn Kalsø setir spakan í mánadagin

Kringvarpið skal nú byggjast út fyri 8,4 milliónir

 

Kringvarpshúsið í Sortudíki skal nú byggjast út. Og tað verður mánamorgunin klokkan 11, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, setir fyrsta spakan í og setir byggingina ígongd.

 

Hetta er fyrsta byggistig og tað kostar 8,4 milliónir krónur. Tær eru útvegaðar við at selja gomlu kringvarpshúsini í M.A. Winthersgøtu.

Fyrsta byggistig fevnir um ein framleiðslubygning og ein tøknibygning og arbeiðið verður liðugt beint eftir ólavsøku næsta ár.

 

Bjørn Kalsø, ásannar, at hetta er ein útbygging, Kringvarpið hevur bíðað leingi eftir.

- Síðan Útvarpið og Sjónvarpið vórðu løgd saman í januar 2005, hava hevur tað verið neyðugt at byggja út í Sortudíki, har samanlagdi stovnurin húsast í dag, sigur hann.