Røða til hátíðarhaldið, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður setti hakan í, nú farið verður undir at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík:
Góða samkoma!
Tað er mær ein stórur heiður sum landsstýrismaður um eina løtu at seta hakan í, sum tekin um, at vit nú fara undir eina lutfalsliga stóra útbygging her á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.
Tøkniliga menningin er undir stórum rembingum – gamalt fer, áðrenn nýtt festir rót. Tað hevur tí alstóran týdning, at vit støðugt slóða fyri teimum nýggju avbjóðingunum, sum koma í framtíðini, bæði tá tað snýr seg um vitan og førleikar, men eisini tá tað snýr seg um høli og hentleikar.
Longu í 1936 vóru lunnar lagdir undir virksemið á Tekniska Skúla. Sjálvsognarstovnurin Tekniski Skúli í Klaksvík var settur á stovn, og endamálið var at menna undirvísingina og at tryggja útbúgvingar á hædd við útbúgvingar aðrastaðni.
Eldsálir úr vinnuni, lokalir myndugleikar, stýrið og starvsfólk í skúlanum hava tøkk uppiborna fyri, at teirra ótroyttiliga arbeiði øll árini ger, at Tekniski Skúlin í Klaksvík hevur havt ein týðandi lut í menningini av lokalsamfelagnum og samfelagnum sum heild. Og eg eri fegin um, at dugnaligir lærarar og starvsfólk í skúlanum framvegis geva teimum ungu førleika til bæði at virka í vinnuni og til at fara undir framhaldslestur.
Serliga hugaligt er tað, at Tekniski Skúlin, umframt at menna undirvísingina, eisini strembar eftir at víðka um útbúgvingartilboðini. Afturat siðvandu yrkisútbúgvingunum innan timbur, jarn og el eru HT ella gymnasiala Tøknibreytin og matvøruútbúgving í skúlanum nú.
Virksemið her norðuri, torradagarnir, stríðið um fiskastovnarnar og annað mangt minnir okkum á, at vit búgva í einum spískamari mitt í Atlantshavinum. Hetta hevur merkt økið her norðuri nógv, og mín sannføring er, at vit eiga at gagnnýta teir møguleikar, sum vit sjálv eiga, og sum vit duga at virka í.
Og við útbyggingini, sum vit nú fara undir, verða møguleikar fyri nýggjum útbúgvingum, eitt nú innan fyri matvøruøkið. Eftir ætlan kunnu vit fara undir at útbúgva kokkar og føðslu-atstøðingar í næstum, og tað, at landsstýrið í løtuni arbeiðir miðvíst við at menna ferðavinnuna, er upplagt, at skúlin eisini leggur seg eftir at útbúgva ungfólk til hesa vinnu.
Tað er eitt týðandi stig framá, um Tekniski skúlin saman við myndugleikunum megnar og vísir dirvi til at kveikja nýggjar spírar.
Umframt matvøruútbúgvingina, sum í dag húsast í gamla bygninginum hjá Klaksvíkar Sjómansskúla við Garðavegin, fara nýggju hølini at hýsa Klaksvíkar HF-skeiði ella fyrireikingarbreytini. HF - skeiðið byrjaði í Klaksvík í sjeytiárunum og er nú deild á miðnámsskúlanum á Kambsdali. Hølini úti í Víkunum, har HF – skeiðið húsast nú, eru ótíðarhóskandi og mangla serhøli. Tí verður tað eitt stórt framstig hjá teimum at koma niðan higar. Men eg ivist heldur onga løtu í, at tað verður stórt framstig fyri lestrarumhvørvið her norðuri, at fleiri útbúgvingar verða savnaðar á sama stað. Nýggja samansetingin av næmingum og lærarum leggur eisini upp til eitt nógv tættari og meira umfatandi samstarv millum skúlan her og miðnámsskúlan á Kambsdali, sum vit eisini arbeiða við at útbyggja, og sum liggur í grannalagnum hinumegin Leirvíksfjørð.
Yvirskipaða ætlanin við hesum er at lata upp fyri nógvum nýggjum útbúgvingarmøguleikum bæði yrkisrættaðum og gymnasialum, men um rætt verður farið fram - eisini hægri útbúgvingum í samstarvi við lærustovnar í útlondum og Fróskaparsetrið. Tøknin ger, at møguleikarnir eru nærmast óavmarkaðir.
Húsarhaldsskúlin er eisini farin undir fyrireikingar at byggja nýtt og at víðka teirra tilboð. So hetta fellir væl - bæði í ætlanirnar hjá Klaksvíkar Kommunu, um Klaksvík sum lestrarbý, sum borgarstjórin, Jógvan Skorheim legði fram herfyri, og í fólkavakstrarætlanina hjá landsstýrinum.
Endamálið við útbyggingini er eisini at útvega verandi útbúgvingum, leiðslu og fyrisiting í skúlanum betri høli og umstøður at virka í. Og gongst sum ætlað, fer bygningurin at standa klárur við skúlaársbyrjan á sumri í 2015. Samlaði byggikostnaðurin við innbúgvi verður 36 mió. kr.
Við at savna virksemið á einum stað verða møguleikar fyri samskipan og samstarvi á øllum økjum. Bygdir verða karmar um eitt størri og sterkari lestrarumhvørvi, ið gevur teimum ungu fleiri valmøguleikar. Ungdómar úr øllum landinum kunnu leita sær til Klaksvíkar at nema sær útbúgving. - Í dag seta vit skjøtul á hesa tilgongd.
Tað er eitt tak at fara undir almennar byggiverkætlanir, sum hesar. Og tí fari eg at takka øllum politikkarum, (fleiri eru her í dag) sum hóast mótstøðu hava virkað við til, at vit standa her í dag.
Eg fari eisini at takka leiðsluni í skúlanum her, á HF í Klaksvík og á Kambsdali og stýrinum fyri skúlan fyri teirra positiva íkast, bygginevndini, Landsverki og ráðgevum, sum hóast tað til tíðir hevur verið avbjóðandi, eru komin á mál við góðum úrsliti og Klaksvíkar Kommunu fyri gott samstarv.
Ráðgevar í samband við byggingina eru: arkitektar: Arkitektar 99, konstruktión: HMP, HVS: PB-Consult og El: KJ-Elráð-
Tey, sum hava skrivað undir arbeiðstakarasáttmálar, eru:Jørð, beton, kloak, stál og lendi: Kanjon. Timbur-, snikkaraarbeið og arbeiðspláss: Malltek, múraraarbeið: Jan Ellebye Andersen, málaraarbeið: Magni Jacobsen, HVS: Blikksmiðjan og el: El-In.
Við hesum orðum fari eg enn einaferð at takka øllum, sum hava tikið lut í fyrireikingunum, soleiðis at vit í dag kunnu seta hakan í og byrja útbyggingina.
Og so fari eg eisini at ynskja tykkum, sum skulu standa fyri byggingini og hava skrivað undir sáttmálar, til lukku og góða eydnu. Vónandi fer arbeiðið at ganga væl, og má Harrin signað verkið!
Takk fyri!