Skal Skúladepilin í Marknagili stýrast av einum sterkum depilsstjóra, ella skal hann stúrast av einum stýri. Tað er spurningurin, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú skal taka støðu til.
Ein nevnd varð sett at gera eitt tilmæli um ymisk viðurskifti í sambandi við Skúladepilin og í tí sambandi skuldi hon eisini gera eitt tilmæli um, hvussu skúladepilin skal stjórnast. Men tað eydnaðist ikki nevndini at semjast.
Meirilutin í nevndini heldur, at ovasta leiðslan í skúladeplinum skal skipast við einum depilsstjóra, sum fær evstu ábyrgdina av virkseminum í stovninum.
Men harafturat skal ein tilmælandi og ráðgevandi nevnd, ið vísir beinleiðis til depilsstjóran, setast at tryggja samband og samskifti úteftir og dygd og menning inneftir. - Nevndin fær ábyrgd av inntøkufíggjaða virkseminum og skal í tøttum samstarvi við depilsstjóran tryggja, at hetta fer fram sambært galdandi reglum.
Minnilutin í nevndini sigur, at leiðslan í skúladeplinum verður skipað við einum stýri, sum fær evstu ábyrgd av virkseminum í stovninum. Nú skal Bjørn Kalsø viga fyri og ímóti og taka eina støðu til leiðsluna.
|