Bjørn Kalsø heldur jól á Syðradali

- Jólini eru barnahátíðin, og nú abbabørn eru løgst til, ger tað bara jólini enn betur, sigur Bjørn Kalsø.

 

- Ein jólamaður býr í Øskuskotinum í Urðini oman fyri bygdina á Syðradali, sigur Bjørn Kalsø.

Hvar verða jólini hildin í ár? 

 

- Í ár verða jólini hildin á Syðradali.

Tað sigur Bjørn Kalsø.

 

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?  

 

- Jólaaftan verður dunnu og gás á borðinum. 1. jóladag rokni eg við, at ein ræstur biti fer í pottin, og 2. jóladag fer helst feskt kjøt í ovnin.

Keypir tú jólagávur?  

- Í ár hevur konan, sum so mangan áður, keypt flestu jólagávurnar í góðari tíð.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?  

- Fyri meg hava jólini stóran týdning, tí tá er familjan savnað - í hvussu er onkran av døgunum. Jólini eru barnahátíðin, og nú abbabørn eru løgst til, ger tað bara jólini enn betur! 

 

Bjørn Kalsø vísir á, at á Sydradali býr ein jólamaður í Øskuskotinum í Urðini oman fyri bygdina, og hann plagar at leggja pakkar har uppi til børnini. 

 

- Eg rokni við, at øll fara ein túr niðan í Øskuskotið at kanna, um nakar pakki er. Kanska kakao og bollar verða við í skjáttuni. 

 

Bjørn Kalsø sigur, at farið verður eisini í hugnaligu kirkjuna á Húsum á jólum.   

 

- Vit ynskja øllum føroyingum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár, leggur hann aftrat.

 

- Ein jólamaður býr í Øskuskotinum í Urðini oman fyri bygdina á Syðradali, sigur Bjørn Kalsø.