Bjørn Kalsø fer ikki at leggja upp í

Løgtingið hevur sjálvt samtykt, at Málráðið skal vera politiskt óheft og tað ætlar Bjørn Kalsø sær ikki at gera

 

- Tað er ikki lætt av mær at leggja meg út í arbeiðið hjá Málráðnum.

 

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Og tað ætlar hann sær heldur ikki at gera, leggur hann afturat.

 

Tað hevur vakt miklan ans, nú meirilutin í Málráðnum tók avgerð um at varðveita føroyska stavraðið, uttan at hava c, q, w, x, og z, við.

 

Bjørn Kalsø vísir á, at tá ið løgtingið samtykti lógina um Málráðið, samtykti Løgtingið samstundis púra greitt, at Málráðið skuldi vera óheft av politisku skipanini.

 

- Tað merkir, at Løgtingið hevur samtykt, at politikarar skulu ikki kunna blanda seg upp í tær avgerðir, Málráðið tekur, og tað hevur sera stóran týdning í hesum føri, sigur landsstýrismaðurin.

 

- Hóast eg havi stóran áhuga fyri málinum, eri eg ikki málfrøðingur, sigur Børn Kalsø.

 

Hinvegin heldur hann, at tað er øgiliga harmiligt, at Málráðið ikki kundi semjast um eitt málráð, tí hann heldur, at tað hevði styrkt málið munandi.

 

Bjørn Kalsø staðfestur, at tað stendur ikki beinleiðis í lógini, , at landsstýrismaðurin skal løggilda stavraðið.

 

Men Málráðið skal eisini geva eina stavsetingarorðabók út og hana skal landsstýrismaðurin løggilda.

 

- Men hartil eru vit ikki komin enn, leggur Bjørn Kalsø afturat.