Doktararitgerðin hjá Bjørn Kunoy er mett millum tær allar bestu í Fraklandi og franskttalandi londum í fjør, og ráðgevin á Løgmansskrivstovuni er nú í uppskoti til serligu Suzanne Bastid viðurkenningina
Ritgerðina, sum snýr seg um rættarreglur í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar, vardi Bjørn Kunoy í februar í fjør.
- Ja, tað gekk sera væl. Hon fekk hægstu meting, ið bæði gevur møguleika fyri at verða tilnevndur hesa viðurkenningina, umframt møguleika fyri útgávu, sigur Bjørn Kunoy, tá hann hyggur aftur á sína doktararitgerð.
Bjørn Kunoy er útbúgvin av hægri lærustovnum í Belgia og Fraklandi, og í fjør vardi hann sína doktararitgerð við Université de Paris Ouest Nanterre.
Ritgerðin og verjan av henni vakti ans, og verður av fremstu serfrøðingum í franska universitetsumhvørvinum mett millum tær allar bestu í fjør. Franska vísindafelagið fyri altjóða lóg hevur tilnevnt ritgerðina hjá Bjørn Kunoy til serliga Suzanne Bastid viðurkenningina, sum á hvørjum ári verður latin til bestu doktararitgerð innan altjóða rætt.
- Skuldi tað eydnast at farið allan vegin og fingið heiðurin, so vildi tað verið tað allar størsta, ið eg kundi droymt um, sigur Bjørn Kunoy
Bjørn Kunoy hevur fingið møguleika at geva sína doktararitgerð út í bók, og tilnevningin gevur hesari ætlan vind í seglini.
- Ja, eg havi ætlanir um at geva ritgerðina út í bók, bæði á fronskum og enskum, og eg havi ambitiónir um at hon skal koma út á einum stórum, bretskum forlagi. Í somáta kann viðurkenningin gera góðan mun, metir Bjørn Kunoy.
Nú skulu tríggir professarar við sergrein í altjóða lóg viga og meta um tilnevndu doktararitgerðirnar, ið vanliga eru millum 400 og 800 síður til longdar.
Avgerðin um, hvør fær Suzanne Bastid viðurkenningina fellur einaferð í mai.
39 ára gamli Bjørn Kunoy starvast sum løgfrøðiligur ráðgevi á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni
Les eina longri samrøðu við Bjørn Kunoy í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.