Tað verður Bjørn Hentze Bech, sum fer at taka sær av at greiða áhoyrarum frá, hvør kemur á pall og annars at skipa fyri, so alt gongur so smidliga, sum til ber.
- Ungi og fryntligi verturin úr Porkeri kom fram sum vertur í kringvarpssendingini Afturljóð, og seinni hevur eisini borið til at upplivað hann sum diskara í Sirkus ella á G! Festivalinum.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at í fjør kom Bjørn eisini fram sum tónleikari, tá hann gav út lagið, Summarkvøða.
Í Vági siga tey, at Ljósfest 2023 verður stroymd beinleiðis á heimasíðunum hjá Vágs kommunu og hjá Kringvarpi Føroya, og útvarpsverturin fer eisini at hava smærri samrøður við tónleikarar.
- Tað er ikki óhugsandi, at onkur útvarpssending seinni eisini kemur burturúr hesum, verður lagt aftrat.
Nøvn, sum higartil eru kunngjørd í samband við Ljósfest 2023, eru Section, Hanus G. Johansen, Marius, Hjalmar og Dagfinn við bólki, Herborg Torkilsdóttir, Deiggj og Starlight.