Siðastandurin í Føroyum
Tollmálið hjá Jørgen Niclassen, hevur eftir pínligu avdúkingarnar og lemjandi atfinningar í seinastu sjónvarpssendingini um tollsvik mótvegis landskassanum, enn einaferð sett kikaran á etisku virðini, ella rættari sagt, manglandi etisk virði innan fyri politisku skipanina í Føroyum.
Hetta er ikki ein spurningur um “Jørgen” ella ikki “Jørgen”. Hetta mál er nógv meira týdningarmikið enn so.
Spurningurin er heilt einfalt hvar vit nú og í framtíðini seta okkara moralska standard í Føroyum bæði nú og í framtíðini. - Hvar gongur markið, ella er tað yvirhøvur nakað mark fyri spillu og rot í skipanini?
Øll vita, at siðastandurin hjá leiðandi elituni í Føroyum, er væl lægri enn í okkara grannalondum, og at okkara politikarar av natúr eru - og altíð hava verið - ótrúliga “large” og fyrigevandi mótvegis sær sjálvum.
Tað gav at bíta, tá milliardir vóru søplaðar burtur heimildarloysi, og tað var staðfest og prógvað, at óteljandi brot vóru framd móti landsins lógum í gøluraktu 1980 árunum.
Hóast hetta ivaleyst var ein tann mest umfatandi kriminella saman-svørjing móti einum almennum kassa í einum sokallaðum civili-seraðum samfelag í nýggjari tíð, so fekk hetta sum kunnugt ongar avleiðingar fyri nakran av teimum seku í politiska hierarkinum.
Tolsemi í politisku skipanini
Vit fingu eina lóg um ábyrgd landsstýrismanna í 1992, soleiðis at vit tá endiliga kundu draga landsstýrismenn til svars fyri maktmisbrúk og álvarslig lógarbrot í almennum starvi.
Eitt sera gott dømi um ómetaliga stóra tolsemi, hesir somu politikarar hava við sær sjalvum, er at henda lóg, sum nú hevur heili 22 ár á baki, ongantíð hevur verið nýtt í praksis.
Fleiri landsstýrisfólk eru hóast alt gjøgnum tíðina koyrd frá – ikki bert vegna rumbul - men so sannilga orsaka av greiðum brotum á galdandi lóg.
Lógarbrot, sum hava elvt til tap fyri landskassan og borgarin, men hóast tað, so er tað onganíð komið hagar, at tað hevur fingið nakrar fíggjarligar avleiðingar fyri viðkomandi.
Jørgen bakkaði seinast!
Nevnast kann sum dømi, at Jørgen Niclassen í síni tíð var noyddur at siga seg frá sum fiskimálaráðharri grundað á eina niðurstøðu hjá einum kanningarstjóra um, at hann ikki hevði fyrisitið reglurnr í løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum á lógligan hátt, men tvørturímóti broytt veðrættar-støðu landskassans í skipunum beinleiðis í stríð við lógina.
Hann tók treyðugt nakrar avleiðingar, og helt seg, sum flest allir politikarar í hansara støðu, onki skeivt hava gjørt.
Eisini fekk hann fulla uppbakking frá sínum egna flokki, hóast greiðu niðurstøðu kanningarstjórans um lógarbrot.
Flokkurin stuðlaði sostatt heldur sjálvum landsstýrismanninum enn eftirlitsmyndugleikanum, og tí lógarverkið hann er settur at umsita!
Men hóttur við misálitið frá sínum samstarvsflokki saman við andstøðuni, - so bakkaði Jørgen og segði seg frá - við tárum í eygum.
Hans Pauli Strøm noyddur úr starvi!
Hans Pauli Strøm var eisini noyddur at siga seg frá í 2009 vegna eina ógvusliga meirnýtslu uppá 270 mio kr. av almennum peningi, sum var brúkt uttanfyri vanligu játtanina, umframt eykajáttanina fyri avvarðandi ár.
Sjálvt um talan í veruleikanum er um mandatsvik, so fær slíkur stuldur mótvegis landskassanum vanliga ongar revsirættarligar avleiðingar, og enn minni verður nakað endurgjaldskrav reist mótvegis viðkomandi landsstýrismanni.
At taka pening av klientkonto uttan heimild, verður av politisku elituni sostatt ikki mett at vera nakað álvarsligt lógarbrot, í hvussu er kann tað allar hægst. - og tá illa vil til, - fáa avleiðingar fyri starvið, sum landsstýrismaður, (við dupultari løn næstu 6 mánaðirnar) men so heldur onki annað.
Siðvenja á Føroya Løgtingi
Tá hugsað verður um innarbeiddu siðvenjuna á Føroya Løgtingi, so er onki løgi í, at Jørgen hesuferð fekk enn eina álitisváttan í løgtingium, - alt annað vildi verið óvæntað.
Í Føroyum setur ongin lívið hjá eini samgongu í váða bert fyri at halda heiðurligheitina í hásæti, og seta eitt sømuligt mark fyri at útinna eitt alment starv.
Gáttin er, og hevur altíð verið lág til almenn álitisstørv í Føroyum, og tað sýnist, sum verður støðugt máa meira og meira av henni, so ilt er at fáa eyga á hvar botnurin er, um tað í heila tikið er nakar botnur.
Virðismátistokkurin Decorum Officiale
Í øðrum framkomnum londum, har tað í nógv størri mun valdar tign og disciplin, tá tað snýr seg um at varðveita respekt fyri sømuligum atburði í almennum høpi enn í Føroyum, verður ein mátistokkur brúktur, sum á latínskum málið kallast “Decorum Officiale”
Í hugtakinum Decorum Officiale liggur eitt krav um virðiligan atburð. Ein persónur í almennum starvi skal sostatt gera seg verdan til ta tign, sum fylgir við starvium. Hann skal verða ein fyrimynd fyri sínar medborgarar, og í tí liggur sjálvsagt, at hann skal verða álitisvekjandi.
Tað er eyðsæð, at serliga strong krøv viðv. “Decorum” mugu setast til ein landsstýrismann, sum hevur eitt sera ábyrgdarfult starv, við at hava fingið litið upp í hendi, at umsita og handheva landsins lógir, og enntá draga onnur til svars, sum ikki halda seg “innan fyri mark”.
Avgerðandi er tá ikki um persónurin er dømdur ella revsaður ella ei. Um eitt mál er gamalt og fyrnað hevur ei heldur týdning í hesum høpi. Avgerðandi er bert um eitt mál er so mikið tyngjandi fyri landsstýris-mannin, at tað undirgravar tað virðing og álít, sum er ein fastur og óskiljandi partur av hansara starvi.
Er persónurin eftir einum breiðum almennum virðismátistokki ikki verdugur at sita í starvinum, tí hann hevur forbrotið seg móti teimum etisku grundvirðum, sum samfelagið byggir á, so má hann fara frá, og vil hann ikki tað, so loysast úr starvi.
Trúvirðið stendur uppá spæl!
Tað er ikki ein spurningur hvat løgmaður heldur, og ei heldur ein spurningur um hvat samgongan meinar, og heldur er opportunt av taktiskum politiskum orsøkum.
Upplýsingarnar í tollmálinum eru nú vorðnar so mikið tyngjandi, ikki bara fyri Jørgen, men fyri alla skipanina, at sjálvt trúvirðið hjá løgmanni og øllum hansara samgongufeløgum stendur uppá spæl.
Sjálvsagt skulu ikki leysasøgur og sleyg avgerða, hvørt ein persónur er verdugur at sita í einum almennum starvi.
Eru upplýsingarnar hinvegin so væl undirbygdar við skjølum og vitnisfrágreiðingum, sum júst í hesum føri, og ikki minst, at hesar upplýsingar ikki á haldgóðan hátt eru vístar aftur, ella kravdar tileinkisgjørdar við ein sak um ærumeiðing, - so mugu tær takast í neyðugum álvara, um ikki øll tey, sum nú royna at verja landsstýris-mannin, sjálv skulu blíva álvarsliga kompromitterað.
Vandi er nevniliga fyri, at tann parturin í politsku skipanini sum framhaldandi styðjar Jørgen eisini verða identificeraður, ikki bara við sjálvan landsstýrismannin, men eisini tí, sum hann stendur fyri, og hevur gjørt – og tá vendist ikki aftur.
Bjørn á Heygum