Bjøl

Nú mín gamli professari Erling Bjøl fylti 104 ár helt eg at eg mátti ringja at ynskja honum tillukku. Tað gjørdi eg eisini tá hann fylti 103, og tá høvdu hann og hansara franska kona tað gott í París, men nú svaraði telefonin ikki. 

 

Tað eydnaðist at fáa fatur á honum. Nú var heilsan verri. Tá hann var 78 hevði hann mist 95% av sjónini, og tað hevði darvað honum nakað sum rithøvundur, men hann hevði tó skrivað nógvar bøkur. Men nú var hoyrnin farin at dvína, og hann var komin á eitt røktarheim í Danmark, og var glaður fyri at hoyra sítt móðurmál aftur.

 

Hann fegnaðist um at hoyra frá mær.

 

Eg hvakk tó við tá ið hann fór at tosa um fiskivinnusamstarvið Russlands og Føroya millum.

 

At hetta skuldi vera nakað sum hann fylgdi við í í sínum elliárum kundi bent á, at Føroyar hava størri týdning enn vit vanliga geva okkum far um.