Keiputeknarin Jógvan á Høvdanum (y) hevur bjóða Paul Watson av til kjak um føroyska grindadrápið.
Kunoyingurin hevur seinasta árið sermerkt seg sum Sea Shepherd mótstøðumaður við sínum serligu keiputekningum av Paul Watson og øðrum Sea Shepherd limum.
Á Norðoyaportalinum hevur Jógvan á Høvdanum havt ein jólakalendara, har hann hvønn dag leggur eina nýggja mynd og nýggja kunning um grindadrápið út hjá fólki at lesa, og sambært teknaranum eru afturmeldingarnar frá mótstøðufólki av grindadrápinum bæði nógvar og ljótar.
Tað ræðir tó ikki Jógvan á Høvdanum, sum hevur so mikið stórt álit á sínum kunnleika til grindadrápið, at hann alment hevur bjóðað Paul Watson av til kjak. Sjálvur væntar hann tó ikki, at Paul Watson torir at taka við avbjóðingini.










