Endmálið við einum slíkum fundi er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið.
- Vit vilja fegin hoyra eitt sindur um, hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, samstundis sum vit vilja greiða frá, hvørjum arbeitt verður við á vinnu- og umhvørvisøkinum.
Tað siga tey í Sunda kommunu.
Ein skrá er løgd fyri fundin, og her fer eitt nú umboð fyri Hagstovuna at greiða frá vinnulívinum í Sunda kommunu í tølum.
Umboð fyri kommununa fer eisini at kunna um ymiskir viðurskiftir í kommununi.
- Morgunfundurin millum kommunu og vinnu er eitt afturvendandi tiltak, og endamálið er framhaldandi at virka fyri menning og framburði í kommununi.
Ein slíkur fundur leggur eisini upp til óformelt og hugnaligt vinnuprát.
- Tey, sum hava hug at verða við, eru vælkomin at boða frá á teldupostinum susanna@sunda.fo í seinasta lagi mánadagin hin 5. februar.
Í Sunda kommunu siga tey, at fyri at pláss skal verða fyri so nógvum vinnufyritøkum á fundinum sum gjørligt, er luttøkan avmarkað til tvey umboð fyri hvørja vinnufyritøku.