Bjóða til móttøku fyri Jógvani - kanska

Danmarks Radio bjóðar til móttøku fyri føroyska X Factor luttakaranum

 

Fríggjakvøldið skal fuglfirðingurin Jógvan Joensen enn einaferð syngja í X Factor kappingini í Danmark. Hesaferð er talan um hálvfinalu, har tríggir av teimum fýra luttakarunum, sum veljast út til finaluna í næstu viku.

Føroyahúsið bjóðar nú i samstarvi við Danmarks Radio fólki at heilsa upp á Jógvan Joensen leygardagin kl. 10.00. Har er ætlanin, at fólk skulu vísa Jógvani stuðul áðrenn finaluna, og Jógvan skal eisini syngja fyri fólk. Móttøkan verður filmað og skal brúkast í finalusendingini.

Lagt verður tó afturat, at kemur Jógvan ikki í finaluna, verður einki tiltak.