Tvey grundøki á Strondum eru nú lýst til sølu til íbúðarbygging. Hetta eru matr. nr. 79bs og matr. nr. 79bt á Strondum, ávikavist 2.755 fermetrar og 2.734 fermetrar.
- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
Í Sjóvar kommunu siga tey, at bjóðast kann upp á grundstykkini hvør sær ella undir einum, og fermetraprísurin er 400 krónur.
Sambært kunngerð hevur kommunan ikki skyldu til at taka av nøkrum tilboði.
- Vit seta sum treyt, at hóskandi tal av íbúðum eru í verkætlanini. Byggingin skal taka atlit til góða útsýnið, og dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út.
Lagt verður aftrat, at byggingin skal verða dygdargóð og fella væl inn í grannalag og landslag.
Um heimasíðuna hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - fæst neyvari at vita um freistir, treytir og ymiskt annað í samband við, at grundstykkini nú eru boðin út.
##med2##











