2. byggistig á Giljanesi rúmar nýggjum fakhølum til eitt nú tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði-og náttúrutøkni og alis-og evnafrøði. Harumframt verða víðkaðir karmar til heimastovur og felagsøkir.
- Byggiharrin vil bjóða áhugaðum at luttaka í tilboðsgevingini í samband við útbyggingina. Arbeiðið verður boðið út sum høvuðsarbeiðstøka, og talan er um almenna lisitatión.
Á heimasíðuni hjá Vága kommunu í dag verður víst á, at útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til verkætlanarleiðaran hjá SNA Sp/f, Bjarna Justinussen.
- Tilboðini skulu verða latin inn skrivliga og í afturlatnum brævbjálva, merktur: ”Skúlin á Giljanesi, 2. byggistig”, og lisitatión verður fríggjadagin hin 8. oktober 2021 klokkan 14.00 í býráðsskrivstovuni hjá Vága kommunu, verður lagt aftrat.










