Bjóða lesandi høli

Aftur í ár kunnu lesandi ókeypis brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í Vági í desember og januar í sambandi við lesnaðin.

Hetta er tann tíðin, tá mong lesandi hava eina tronga skrá, tí tey skulu skriva uppgávur, gera ritgerðir ella lesa til próvtøku, og tí kann vera ilt at finna pláss til eitt sindur av eini jólaferiu samstundis.

Men nú nýtist teimum ikki at skula velja millum hetta ella hitt, tí Fjarlestrardepilin ger tað møguligt hjá teimum lesandi at velja bæði, so tey kunnu vitja heima, men eisini røkja lesnaðin.

Útisetar eru vælkomnir heim til jóla og samstundis vil Vágs kommuna bjóða lesandi at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum, har hølisviðurskiftini eru góð, umframt at allir vanligir hentleikar eru til staðar.