Bjóða lesandi høli

Vágs kommuna bjóðar lesandi høli, har tey kunnu fyrireika seg til próvtøkur

Í desember og januar kunnu lesandi ókeypis brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í Vági í sambandi við lesnaðin.

 


Desember og januar er tíðin, har nógv lesandi eru heima og halda jól. Men hetta er eisini tíðin, har lesandi hava nógv á skránni, bæði tá umræður at skriva uppgávur, gera ritgerðir og lesa til próvtøku. 

 

 

- Vit vilja við hesum bjóða útisetum vælkomnum heim til jóla og vilja samstundis bjóða lesandi at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.

 

 
Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti og allir hentleikar, sum lesandi annars hava tørv á, so sum  internet, printari, kopimaskina og so framvegis.