Bjóða heimsins fremsta skeið

Fróðskaparsetur Føroya strembar eftir at bjóða heimsins fremsta skeið í landgrundsrætti.

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar aftur alment skeið í landgrunsrætti. Fróðskaparsetrið hevur spent boðan hart, og strembar eftir at bjóða fremsta skeið í heiminum í hesum faki.

Talan er um framhald av sama skeiði, ið varð hildið á Fróðskaparsetri Føroya í juni 2014. Skeiðið verður hildið í døgunum 21. – 28. juni 2015. Á skeiðnum verður ljós varpað á rættarligu og teknisku síðurnar av umsitingini av landgrunninum og tilfeingi tess.

 

Tað hevur eydnast at fingið millum fremstu serfrøðingar í heiminum at koma til Føroya at undirvísa á Setrinum. Millum hesar teljast Joan Donoghue, ið er dómari í altjóða dómstólinum í Haag, og Alain Pellet, professari í altjóða lóg í Université Paris Ouest Nanterre, ið m.a. hevur verið leiðandi advokatur í flest øllum millumtjóða trætumálum seinastu 30 árini. Harumframt verða tríggir limir í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, harímillum føroyingurin Martin V. Heinesen.

 

Skeiðið í juni 2014 savnaði saman 25 lesandi úr 21 ymiskum londum. Í 2015 verður pláss fyri um 30 lesandi. Skeiðið verður á enskum og nevnist Summer Academy on the Continental Shelf.