Bjóða grundstykki til raðhúsa- ella íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna lýsir í dag ein part av matrikkli nummar 203c í Kollafirði, umleið 4480 m2, til sølu til bústaðarbygging.

 

Kommunan skrivar, at í Kommunuætlanini og í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu verður mælt til, at fleiri bústaðir verða gjørdir í kommununi. Tilflytingin hevur seinnu árini verið ovurhonds stór, og tí er kommunan í troti við bústøðum.

Politiskt er ynski at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og tí verður farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matr. nr. 203c í Kollafirði at menna til íbúðir ella raðhús til leigu- ella eigarabústaðir, skrivar Tórshavnar kommuna.

Einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið.