Í Nes kommunu lýsa tey nú fýra grundøki til sølu til íbúðarbygging.
Talan er um tvey grundstykki við Regnavegin á Toftum, sum eru ávikavist 4.844 og 4.460 fermetrar stór og tvey við Høganesvegin á Toftum, sum eru ávikavist 1.611 og 1.182 fermetrar.
Grundstykkini liggja sambært byggisamtyktini fyri kommununa í A2 øki, sum er miðstaðarendamál, ætlað til bygging av íbúðum.
- Vit vilja gjarna bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað. At útvega íbúðir er partur av hesi ætlan, siga tey í Nes kommunu.
Sølan av nevndu grundstykkjum er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar.
- Hetta kann verða eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri uttanumøkið og fríøkið er partur av loysnini.
Í Nes kommunu siga tey, at tað er ein treyt, at eitt hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini.
- Tað er eisini ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Vit leggja eisini dent á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.
Lagt verður aftrat, at bjóðast kann upp á grundstykkjaognirnar hvør sær ella undir einum, og prísurin er 275 krónur fyri fermeturin. Sambært kunngerð um alment útboð hevur Nes kommuna ikki skyldu at taka av nøkrum boði.
Í Nes kommunu siga tey, at tað eru Sókn Advokatar, sum standa fyri søluni av nevndu grundstykkjum og tey, sum vilja hava meira at vita um sølutreytir og útbjóðing, kunnu venda sær til fyritøkuna.
- Freistin at lata inn skrivlig boð er sett til mánadagin hin 15. august 2022 klokkan 12, leggja tey í Nes kommunu aftrat.