Bjóða fólki at síggja barnagarðin

Nú mentanarvika verður í Runavík, bjóðar Barnagarðurin á Mýrunum fólki inn á gólvið.

Barnagarðurin á Mýrunum í Runavík, sum hevur 10 ár á baki og sum liggur í sera náttúruvøkrum umhvørvi, er teknaður av arkitektum - júst til ætlaða endamálið.

 

Tey, sum standa aftan fyri barnagarðin, ið liggur beint niðan av Toftavatni, bjóða nú fólki inn á gólvið at vitja, meðan mentanarvika er í Runavík.

 

- Vit bjóða bæði íbúgvum í Runavíkar kommunu, sum eiga barnagarðin og teimum, sum koma á mentanarviku, inn á gólvið at vitja okkum týsmorgunin og hósmorgunin - í tímunum millum klokkan 8 og 11.

 

Lagt verður aftrat, at fók, sum hava áhuga fyri at síggja flotta barnagarðin, skulu fara inn gjøgnum høvuðsdyrnar, har leiðarin tekur ímóti.

 

- Síðan bjóða vit eina rundvísing á stovninum, har starvsfólk saman við børnum vísa fram stovurnar, sum børn og starvsfólk starvast í til dagligt.


Í Barnagarðinum á Mýrunum verður eisini ókeypis café í Stórustovu.

 

- Vit gleða okkum til at taka ímóti øllum, sum koma á gátt, siga bæði stór og smá saman við foreldraráðnum í Barnagarðinum á Mýrunum.