Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fer nú at bjóða borgarum í Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunu eina fyribyrgjandi og heilsufremjandi heimavitjan.
Henda tænasta kemur at fevna um borgarar, ið eru 75 ár og eldri, og er talan um eitt tilboð, sum borgarin sjálvur tekur støðu til, um hann vil gera brúk av ella ikki.
Endamálið við vitjanini er at kunna um fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk og soleiðis "binda um heilan fingur" og stuðla um førleika og heilsu borgarans.
Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi og hugnaløtu í Kelduni í Skálabotni mikukvøldið 27. januar, har kunnað verður um hesa nýggju tænastu og høvi verður at seta spurningar.
Eisini fer Jógvan Fríðriksson, bispur, at hugleiða um lívsvirði og eldratilveruna, og Sangbólkurin úr Undirhúsinum á Toftum setir sín dám á løtuna.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Tord J. Niclasen, leiðara fyri Økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum.











