Bjóða aftur til Grannakaffi

Undirtøkan var so mikið góð í fjør, at Krabbameinsfelagið endurtekur tiltakið.

Í fjør fór Krabbameinsfelagið undir eitt nýtt tiltak, Grannakaffi, har sjálvboðin fólk bjóðaðu vinum, grannum og øðrum til kaffi, har sjóneyka varð á krabbamein og peningurin savnaður inn til felagsskapin.


Fólk um alt landið tóku væl undir við nýggja tiltakinum og yvir 100 vertir bjóðaðu
fólkum inn í teirra heim til prát, hugna og eitt gott endamál.


Í dag boðar felagið frá, at tað aftur verður bjóðað til Grannakaffi í 2016.


- Grannakaffi 2015 royndist sera væl og afturmeldingarnar frá teim yvir 100 vertunum og teirra mongu gestum vóru so mikið jaligar, at Krabbameinsfelagið hevur avgjørt at seta Grannakaffi á skránna aftur í 2016, skrivar felagið á teirra heimasíðu.


Grannakaffi 2016 verður vikuskifti 5. mars 2016. Tilmeldingin at gerast vertur byrjar 5. januar 2016.