Bjartur er 54 ára gamal og argjamaður, sonur Dinnu, f. Gudmundsen, og Ólavur Dalsgarð á Argjum. Í 1968 fór hann í læru á Tryggingarsambandinum Føroyar. Har arbeiddi hann í mong ár á skaðatryggingini, har hansara ábyrgdarøki fevndi um so gott sum allar tryggingar uttan skip. Meðan hann arbeiddi á Tryggingarsambandinum, gekk hann á danska tryggingarskúlanum við Rungsted Kyst og sum nú eitur "Forsikringsakademiet", har hann fekk teoretiska útbúgving í tryggingarviðurskiftum. Bjartur var varastjóri á Tryggingarsambandinum frá 1989. Hann var við til at stovna Ráðið fyri Ferðslutrygd, hevur sitið í ymsum nevndum eins og landsstýrið hevur brúkt hann í sambandi við endurskoðan av tryggingarlóggávuni í seinnu helvt av 90-unum. Í 1999 fór hann til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði. Meðan hann las í Keypmannahavn, var hann partaeigari í einum felag, sum arbeiddi við ráðgeving og tryggingarmekling í Keypmannahavn. Hann fekk autorisatión (góðkenning) frá danska Fíggjareftirlitinum til hetta virksemi. Nú hann hevur fingið starv í Føroyum, hevur hann deponerað sítt loyvi til hetta virksemi hjá danska Fíggjareftirlitinum. Bjartur er giftur við Jonny, f. Olsen, av Toftum, dóttir Svanhildu, f. Hansen, og Jens Chr. Olsen, fyrrverandi løgtingsmann. Jonny og Bjartur eiga tvær døtur, Hildigunn, sum lesur Gudfrøði í Oslo, og Kristinu sum gongur í 2. G í Hoydølum.