Svínoyggin varð skýrd at hava fingið mønustingin herfyri, tá smoltstøðin í bygdini lat aftur. Onki annað arbeiðspláss er í bygdini, og tað hevur so sanniliga gjørt sítt. Men hóast tað, so sigur Eyðun Jacobsen, at svínoyingar ikki hava mist mótið fyri tað.
? Hóast tað ikki er vorðið meira liviligt her, og ongi framstig eru gjørd, so hava vit ikki mist vónina um, at smoltstøðin fer at lata uppaftur, sigur ein bjartskygdur Eyðun Jacobsen í telefonini úr Svínoy. Og hann leggur afturat, at tað jú gongur illa allastaðni í alivinnuni og ikki bara í Svínoy.
Tað búgva gott 35 fólk fast í Svínoy, sum nú er, og tað talið hevur lækkað so líðandi gjøgnum árini. Tó sæst ein munandi lækking í fólkatalinum, tá ein familja við sjey børnum, sum búði harúti í eitt ár, flutti av aftur oynni.
? Um vit ikki taka ta familjuna og náttúrligu frágongdina við, so er myndin so nøkulunda hon, sum hon hevur verið, sigur Eyðun.
Tunnil týdningarmestur
Svínoyar kommuna hevur í eina tíð nú arbeitt við at fáa bøtt um sambandið við Klaksvík. Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at gera ein tunnil á oynni, sum skal koma út á Havnini, sum tað verður kallað. Síðani er ætlanin, at bátur skal sigla haðani og til Hvannasunds.
? Við tunlinum verður sambandið so nógv betur, og harvið batna møguleikarnir eisini fyri at fáa arbeiði út aftur á oynna. Somuleiðis kann trivnaðurin batna nógv við honum, heldur Eyðun Jacobsen.
Hann sigur, at sambandið er ein stórur knútur fyri tey, sum bygdarráðið av øllum alvi arbeiðir fyri at loysa.
Eyðun greiðir fegin frá, at hóast kommunan ongar pengar hevur fingið játtaðar til tunnilsgerðina, so hava landsstýrismenn verið sera positivir yvir fyri hesi ætlan.
? Landsstýrismaðurin hevur verið serliga positivur í seinastuni, og vit hava frætt, at hann ætlar sær til Svínoyar á vitjan, og tað boðar frá góðum, heldur Eyðun.
Sambýli
Spurdur um útlitini fyri Svínoyar bygd, er Eyðun bjartskygdur. Hann sigur, at hann hevur ikki mist vónina um, at arbeiði aftur verður í bygdini. Hann greiðir frá eini ætlan, sum kommunan hevur havt í nøkur ár at gera eitt sambýli av einum ella øðrum slagi í bygdini.
? Kommunan hevur sett pengar av til tað í eina tíð nú, og vit hava somuleiðis søkt landið um 3,5 milliónir krónur, sum tað verður mett at koma at kosta, sigur Eyðun. Við at seta pening av til hetta endamálið, ætlar Svínoyar kommuna so ikki, at teirra partur skal liggja eftir, tá tað kemur til hetta. Somuleiðis hevur kommunan í fleiri ár søkt um pengar til at gera áðurnevnda tunnilin, men Eyðun sigur, at har er onki svar komið.
Eyðun sigur, at tað hava verið seks gull ár nú, og av teimum 3,5 milliónunum, sum útjaðarin fær, hevur Svínoyar kommuna fingið 300.000 krónur til bátahylin.
? So tað er ikki nógv, sum vit hava merkt til hatta, men sjálvandi ein kann ikki fáa alt. Tunnilin er tó tað týdningarmesta fyri at bøta um trivnaðin í bygdini, sigur Eyðun Jacobsen, næstformaður í Svínoyar bygdarráð.
Myndatxt:
Hóast smoltstøðin er latin aftur, og so at siga onki arbeiði er á oynni, so hava svínoyingar ikki mist mótið um framtíðina hjá oynni, sigur Eyðun Jacobsen, næstformaður í bygdarráðnum