Bjartskygni ræður á Look North í Klaksvík

Meðan lemjandi fíggjarkreppan fyllir nógv hjá mongum, eru tey meira bjartskygd á fyritøkuni Look North í Klaksvík, har tey serliga framleiða fiskakassar úr flamingo og bjálving til bygging við betongi. – Tað hevur ongantíð gingið betri enn nú, og vit hyggja eftir nýggjum møguleikum – annaðhvørt at keypa ein størri bygning ella at finna okkum eitt øki, har vit kunnu byggja ein størri bygning, sigur dagligi leiðarin á Look North, Ragnar Olsen

Sosialurin hevur hitt Ragnar Olsen, ið er dagligur leiðari á virkinum Look North í Klaksvík, sum serliga framleiðir flamingokassar til fiskaútflutning og bjálving til ymiska bygging.

- Framleiðslan á virkinum byrjaði í 2001. Hetta var í sambandi við, at eitt kryvjivirki eisini fór í gongd her norðuri. Tað var felagið Faroe Salmon, og Look North byrjaði í samstarvi við hetta felag. Alifelagið átti eisini part í hesum virkinum.

Ragnar Olsen sigur, at samstarvið vardi yvir eina tíð, og tað gekk væl, til alivinnan fekk eitt av sínum stóru bakkkøstum, og hetta felag eins og mong onnur fór á húsagang.

Hann sigur, at síðan Faroe Salmon bleiv selt og teir, sum keyptu, høvdu sína egnu framleiðslu av kassum, hevur Look North ikki leverað til felagið.

 

- Vit hava í staðin funnið okkum onnur bein at standa á, og nú koyrir virkið aftur heilt væl eftir, at tað hevur gingið tungt í nøkur ár.

Dagligi leiðarin vísir á, at tað fyrst og fremst eru kassar til fiskaútflutning, sum virkið framleiðir, og hetta eru serliga kassar til laksavirkini.

Hann metir, at framleiðslan av kassum til útflutnings av laksi stendur fyri umleið 40-50% av framleiðsluni.

- Men vit framleiða eisini kassar til annan fiskaútflutning enn laks, og ein partur av hesum fer til botnfiskasløg og feskar fiskavørur úr botnfiski.

 

Bjálving úr flamingo

Ein partur av framleiðsluni hjá Look North í Klaksvík er bjálving, sum nú er vorðin ein hampiligur – og spennandi - partur av framleiðsluni.

- Nú stórt fokus er á orkusparandi tiltøkum um allan heim, vænta vit, at hesin parturin av framleiðsluni kemur at vinda upp á seg. Hóast byggivirksemið í løtuni ikki er so stórt, vænta vit kortini ikki, at minni verður at gera á hesum øki, sigur Ragnar.

Tá flamingo er rættiliga eldfimt, spurdu vit dagliga leiðaran, hvussu hetta tilfar verður brúkt í bjálvingini?

- Sum er, framleiða vit mest til tann partin, sum verður brúktur til bjálving undir gólvum, har stoypt verður oman á. Tá er eingin trupulleiki við hesum tilfari, og tá er hetta ivaleyst minst líka so góð bjálving sum onnur bjálving.

Hann vísir á, at flamingo er meira vatnskýggjandi enn annað tilfar, vit fyritøkan kappast við. Tí meta tey, at hetta tilfar er sera væl egnað, og flamingo er eisini góðkent til slíka bjálving.

- So leingi, sum flamingo er “innkapslað” í betongi, sum Ragnar tekur til, er tað lógligt at brúka, og vit selja soleiðis eisini flamingo til eitt nú elementvirkir.

 

Breitt úrval

Ragnar Olsen sigur, at Look North hevur eitt rímiliga breitt úrval av kassum til fisk og fiskavørur.

- Kanska kunnu vit siga, at stóra úrvalið viðhvørt er ein trupulleiki, tí tað tekur tíð at skifta millum ymisku formarnar, og tá skalt tú eisini hava eina hampiliga vørugoymslu til ymisku sløgini av kassum.

Dagligi leiðarin vísir á, at Look North í øllum førum hevur eini 12 ymisk sløg av kassum.

- Eftirspurningurin eftir støddunum er sjálvsagt ymiskur, men felagið hevur fleiri keyparar, sum keypa ymiskar støddir av kassum.

Hann sigur, at í tí stóra og heila klárar Look North at nøkta tann eftirspurning sum er.

- Hinvegin tora vit kanska ikki nóg væl at bjóða okkum fram allastaðni, tí vit hava eina avmarkaða orku, leggur Ragnar aftrat.

Hann vísir á, at tá ymiskar spennandi verkætlanir eru í umbúna við eitt nú at gera ymiskar forskallingar burtur úr flamingo, soleiðis at húsini verða liðugt bjálvað longu undir stoypingini, hyggur felagið í Klaksvík í løtuni rættiliga nógv eftir, hvussu tey kunnu víðka um framleiðsluorkuna.

 

Størri hølir

- Tað óhepna er kanska, at her vit liggja við havnalagið í Klaksvík eru ikki nógvir útbyggingarmøguleikar. Kortini hyggja vit okkum eftir nýggjum møguleikum – annaðhvørt at keypa ein størri bygning onkustaðni ella at finna okkum eitt øki, har vit kanska kunnu byggja ein størri bygning.

Yvir eitt samdøgur eru umleið fimm fólk til arbeiðis á Look North. Arbeitt verður alt samdøgnið, og av og á verður eisini arbeitt í vikuskiftinum.

- Viðhvørt kundu vit hugsað okkum, at vikan hevði nakrar fleiri tímar, sigur dagligi leiðarin.

Ragnar vísir á, at hølisviðurskiftini á Look

North eru ein avbjóðing, sum tey royna at síggja ljóst upp á, og hann heldur tað vera spennandi at hugsa tankan um betri hølisviðurskifti – ikki minst, soleiðis sum tíðirnar eru beint í løtuni.

- Tað eru nógv, sum gremja seg í dag, men vit kunnu bara siga, at hjá okkum hevur ongantíð gingið betri, enn tað ger nú. Vit síggja eisini aðrar møguleikar, sum vit kundu farið í holt við, um vit høvdu betri hølisviðurskifti. Hetta eru vørur, sum fólk eftirspyrja, men sum vit ikki kunnu fara í holt við undir verandi umstøðum, sigur hann.

 

Útlendsk rávøra

- Vit keypa rávøruna uttanlands, bæði til flamingo-og plastframleiðsluna. Hetta eru heilt smáar perlur, sum verða dampviðgjørdar. Her verða tær epspanderaðar umleið 25 ferðir. Rávøran kemur heim í tunnum ella á plattum. Eftir dampviðgerð, verður rávøran aftur viðgjørd í maskinum, har hon verður stoypt í ymiskum formum. Framleiðslan gongur soleiðis seg við dampi og trýsti.

Hann vísir á, at alt eftir, hvør lidna vøran skal vera, verður rávøran viðgjørd, og eisini alt eftir, hvat tað er, tey vilja hava, verður vøran eisini verandi í forminum.

Ragnar sigur, at øll vøran, sum Look North virkar úr flamingo, verður seld í Føroyum.

- Flamingo er ein vøra, sum fyllir nógv og tískil kostar nógv í farmaflutningi. Tí er tað stórt sæð vónleyst at fara á útlendska marknaðin við flamingo. Hinvegin hava vit heldur ikki kapping frá útlendskum fyritøkum til okkara vørur í Føroyum.

Look North hevur eisini eina plast-stoypimaskinu. Henda maskina varð upprunaliga keypt til at gera trolkúlur, men tað hevur víst seg at vera trupult at vinna inn á marknaðin við hesi framleiðslu.

 

Plaststólpar

- Vit hava tí alla tíðina havt eyguni eftir, hvat annað vit kunnu gera. Tað, sum higartil hevur víst seg at verið størsta succe’in, er at framleiða hornastólpar til pappbingjur, soleiðis at til ber at stápla í fleiri hæddum. Hetta gera fyritøkur fyri at spara um pláss á vørugoymsluni og fyri betri at kunna frakta tilfar og spara í frakt.

Hann sigur, at hetta hevur víst seg at verið ein vøra, sum hevur sligið ígjøgnum, sum hann tekur til, og her selir Look North heilt fitt til útlandið eisini.

- Vit hava okkurt árið selt fyri tað mesta av eini miljón krónum av hesum vørum, har meginparturin er farin til útflutnings.

Ragnar vísir á, at í Føroyum eru tað serliga saltfiskaframleiðarar, sum keypar hesar stólpar.

- Jú, føroysk virkir keypa nakað av hesum, men tey framleiða jú ikki bara í pappbingjur. Eg vil meta, at vit framleiða stólpar fyri einar 100.000-150.000 krónur til føroyska marknaðin.

Hann sigur, at fyritøkan í Klaksvík alla tíðina hyggur eftir, hvørjar plastvørur eru, sum kunnu hópframleiðast fyri ein lutfalsliga bíligan pening.

- Tað, sum ræður um, er at finna eina vøru, sum er løtt at framleiða, men sum hinvegin nógv skal brúkast av – vørur, sum eru egnaðar til maskinuna, sum vit hava.

Hann sigur, at Look North kannar nógv ting, og viðhvørt kemur man eitt sindur longri í kanningunum – og viðhvørt sæst beinanvegin, at framleiðslur ikki bera til.

- Men jú – vit hava eyguni opin alla tíðina eftir nýggjum møguleikum, sigur Ragnar.

Hann vísir á, at rávøran til plastframleiðsluna verður innflutt í sekkjum, sum síðan verður smeltað og stoypt í formi til hesar stólparnar.

 

Stóran týdning

Vit spurdu eisini dagliga leiðaran, hvat tað hevur at týða fyri virkið, at fast samband er við meginøkið, og her er hann rættiliga avgjørdur.

- Hetta hevur alt at siga. At vit kunnu ferðast

ímillum uttan at skula hugsa um ferjur, hevur velduga stóran týdning. Síðan fasta sambandið kom, er tað vorðið møguligt hjá okkum at veita tænastu um at kalla alt landið. Áðrenn vit fingu fast samband, noyddist tú at passa teg til ferjuna, og tá fór nógv tíð til spillis. Tú kundi standa í røð og bíða, bæði í Klaksvík og Leirvík.

Ragnar vísir á, at tá størsti kundin hjá felagnum er í Vágum, vildi tað verið ógvuliga trupult við flutninginum, um vit hvørki høvdu Norðoyatunnilin, ei heldur Vágatunnilin.

 

Bjartskygni ræður

Tá virkið í Klaksvík arbeiðir alt samdøgnið, og vikurnar viðhvørt eru heldur stuttar, spurdu vit Ragnar, um virkið í framtíðini ikki noyðist at gera okkurt fyri at betra um framleiðslu-og goymslumøguleikarnar?

- Tað er altíð ein spurningur um, hvat tú letur teg noyða við. Men tá tú sært møguleikarnar, og tú veitst, at tú kanst gera nakað við tað, er tað sjálvsagt harmiligt ikki at kunna brúka hesar møguleikar. Sjálvandi kunnu vit liva, sum vit hava gjørt og bara brúka tað, sum vit hava, optimalt – og so er tað bara soleiðis. Vit halda kortini, at vit við at byggja út kunnu fara inn á ein marknað, sum slett ikki er troyttur í Føroyum í dag. Tað er hetta, vit ætla okkum at fara eftir, um vit á nakran hátt kunnu – og vit halda, at vit kunnu.

Ragnar heldur tískil ikki, at tann kreppa, sum er og sum fyllir so nógv víða um, ræðir Look North í Klaksvík.

- Nei, tað haldi eg ikki. Vit kunnu býta tingini, sum vit fáast við, uppí tvey. Annað er fiskakassar, hitt er bjálving, og stórt fokus er sum eg nevndi á bjálving í løtuni. Vit vænta, at bjálving bara kemur at vinda upp á seg, sjálvt um lítil bygging er í løtuni. Hinvegin verður bjálvað so mikið meira, at vit meta, at hesin marknaður eigur at kunna standa við og veksa. Her er heilt vist eitt potentiali, sum vit kunnu fara eftir, sigur hann.

 

Verandi primervinna

Í sambandi við útflutning av feskum fiski og fiskavørum, heldur dagligi leiðarin á Look North, at her fer at ganga rúm tíð, áðrenn nakað alternativ kemur til flamingokassarnar.

- Alivinnan hevur verið upp og niður, og hon gongur uppeftir nú. Hetta gevur okkum nógv arbeiði. Taka vit hini botnfiskasløgini, verður eisini nógv flutt feskt av landinum, bæði sum heilur fiskur og fesk fløk eins og aðrir feskir fiskaúrdráttir. Vit vænta eisini, at hesin eftirspurningur fer at halda sær, og eg eri sannførdur um, at primervinnan kemur at vera verandi, sigur Ragnar Olsen.