Jacob Vestergaard var so positivur í svari sínum, sum tað kann lata seg gera, og hóast hann ikki kundi lova, at gongd veruliga kom á málið í ár, segði hann seg vilja gera alt fyri at útvega tær fimm milliónirnar, sum skulu til fyri at seta gongd á málið.
- Eg haldi, at tað málið, sum varð sett í gongd, tá eg sjálvur sat sum fiskimálaráðharri, tó bert við einum forprojekti, har vit játtaðu tríggjar milliónir, nú er komið hartil, at eg haldi tú kanst siga, at tað er ein samlað politisk skipan, ið tekur undir við verkætlanini, sigur Torbjørn Jacobsen.
Hann viðgongur, at talan er um eina stóra og dýra verkætlan, sum eingin enntá kennir endaliga kostnaðin av.
- Men tað er eingin ivi um, at eitt land sum Føroyar, sum í so stóran mun livir av tí, sum kemur úr havinum, má hava eitt amboð til bæði fiskirannsóknir og havrannsóknir, sum kann virka optimalt, sigur Torbjørn Jacobsen.
Komið var so hartil, at í fíggjarlógaruppskotinum í fjør hevði landsstýrismaðurin fingið 20 milliónir krónur settar av, og hartil kemur so, at nevndin fyri Forskotsgrunnin, sum er samansett av umboðum fyri vinnuna, hevur latið 10 milliónir krónur til endamálið.
- Hetta merkir so eina blástempling frá vinnuni, at hon vil hava eitt nýtt havrannsóknarskip, og við hesum vóru so 30 milliónir krónur tøkar til endamálið.
Men hesar 20 milliónirnar fullu so av í svinginum, tá fíggjarlógin varð endaliga samtykt. Eg havi kortini als ikki mist vónirnar at terri orsøk, tí eg haldi framvegis, at vit skulu hava eitt nýtt havrannsóknarskip, sigur Torbjørn Jacobsen.
Í gongd í 2011
Hann vísir á, at verandi havrannsóknarskip er so mikið gamalt, at tá hann var í saltfiski í Barentshavinum seinast í 70-unum, var Magnus Heinason, ið tá var saltfiskaskip, eisini har.
- So tíðin er í hvussu er komin hartil nú, og vit standa í einari støðu í Føroyum, at tað hevði verið ógvuliga kærkomið, at fingið tær vinnuføru hendurnar í handverkinum – skipasmíðnum – í sving aftur, tí tað hevur verið í lakara lagi í seinastuni, sigur Torbjørn Jacobsen.
- Hevði man um ikki annað í samlaðu politisku skipanini rímiliga skjótt kunna blivið samdur um at sett fimm milliónir av, so detailprojekteringin kundi verið gjørd sum eitt føroyskt partalag, har tríggjar føroyskar fyritøkur hava sett seg saman, og funnið fram til ein endaligan kostnað, so hevði tað verið mikið gott, heldur Torbjørn Jacobsen.
Tá hevði borið til at gjørt eina verklagslóg, so farið kundi verið undir at smíða skipið í 2011, og so má til ta tíð finnast út av, hvussu nógv skal setast av á íløgusíðuni.
- Men fimm milliónir krónur rímiliga tíðliga í 2010 hevði hjálpt málinum rættiliga væl á leið, og tað haldi eg, at landsstýrismaðurin ikki legði seg tvøran fyri, sigur Torbjørn Jacobsen.
Ikki klípa av
Fimm milliónir krónur ljóðar ikki av so nógvum, men tða veruleikin er, at fíggjarlógin vísir 800 milliónir í halli, verður trupult at siga, hvat hesar fimm milliónirnar skulu koma frá.
- Tað, sum er eitt lítið sindur óheppi í teirri búskaparligu støðu, sum vit hava, var, at rakstrarkarmurin vaks, og íløgukarmurin minkaði. Vit fingu ein vøkstur í rakstrinum á 127 milliónir krónur og eina minking í íløgukarminum á 137 milliónir krónur. Og tað er júst í tíðum sum hesum, at íløgusíðan skuldi verið vaksin, tí tað er ongantíð nakar vansi at gera eina íløgu um so er, at mett verður, at hon er til samfelagsins besta, sigur Torbjørn Jacobsen.
Og í hesum førinum eru øll samd um, at ein íløga í eitt havrannsóknarskip er til samfelagsins besta.
- Hvar tær fimm milliónirnar so skulu koma frá, antin frá sparingum aðrastaðni ella við at hækka fíggjarlógina er so spurningurin. Tað varð so ein íløgukarmur samtyktur í Løgtinginum, sum var 137 milliónir krónur hægri enn tað, sum tað so endaði við. So tað er bert ein spurningur um, hvat semja finst um. Eg eri í hvussu er ikki vísur í, at tað má klípast av nakra aðra staðni fyri at finna hesar fimm milliónir krónurnar, sigu Torbjørn Jacobsen.