Nevndin í veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi, hevur skipað seg
Á aðalfundinum 19. februar 2007 var nýggj nevnd vald og sambært viðtøkum felagsins, skal nevndin skipa seg í seinasta lagi 3 vikur eftir aðalfundin.
14. mars 2007 var nevndarfundur, og nevndin skipaði seg við Bjarta Thomsen sum formanni. Annars sær nevndin soleiðis út:
Bjarti Thomsen, formaður
Hans Albert Hansen, næstformaður
Annfinn Brekkstein, kassameistari
Líggjas Høgnesen, skrivari
Jakob Holm, nevndarlimur
Varalimir eru Janus Djurhuus og Maria Lava
Løgtingsval stendur fyri framman, og nevndin hevur sett sær fyri at seta ferð á arbeiði við valevnislistanum fyri Suðurstreym. Nevndin ásannar, eins og aðalfundurin, at ov fáar kvinnur eru á valevnislistanum hjá Sambandsflokkinum, og miðað verður ímóti at kynini verða javnari umboðað.
Nevndin fer at arbeiða fyri, at Sambandsflokkurin gerst størsti flokkur í Suðurstreymi. Nevndin er samd um, at ein sterkur Sambandsflokkur í eini komandi samgongu fer at merkjast aftur í friði á politiska víðvøllinum, og at góða sambandið millum Føroyar, Grønland og Danmark verður varðveitt.
Somuleiðis má Suðurstreymur hava umboðan aftur í landsstýrinum. Nevndin heldur, at mál av týdningi fyri høvuðstaðarøkið ikki í nóg stóran mun vera røkt.
Nevndin ásannar kortini, at sitandi landsstýrismennnir í fíggjarmálum og í fiskivinnumálum hava gjørt eitt gott arbeiði til gagns fyri Føroyar.