Bjarti á Sjómansheiminum 75 ár

Í gjár fylti Bjarti Petersen í Klaksvík 75 ár

Hann er best kendur undir navninum, Bjarti á Sjómansheiminum.
Foreldur hansara vóru Maria og Alfred Petersen. Í 1957 giftis hann við Jónu Sigurðsson og eiga tey trý børn, Alfred, Jógvan og Mariu. Abbabørnini eru 10 tali.
Bjarti var fyrsti fyristøðumaður á Sjómansheiminum, tá tað læt upp í 1961. Saman við konu síni, hevur hann rikið virksemi har øll árini, seinastu árini saman við soninum, Jógvan.
Í 1947 fór hann sín fyrsta túr til skips. Seinni fór hann á stýrimansskúla. Hann sigldi eisini við Skálabergi og Sjúrðarbergi, og eitt skifti var hann stýrimaður við Karin K.
Bjarti er álitismaður burturav. Umframt fleiri nevndarsessir, sat hann eisini tvær setur í býráðnum (1974-1982). Heili 24 ár sat hann í stýrinum hjá samkomuni, Emmaus.
Sítt starv sum fyristøðumaður á Sjómansheiminum hevur Bjarti røkt við størsta nærlagni. Hann hevur dugað serstakliga væl at fáa fólk at kenna seg vælkomin, og veitlsurnar á Sjómansheiminum eru altíð væleydnaðar undir hansara leiðslu.
Bjarti brennir fyri missiónsarbeiðnum. Hansara gudstrúgv røkkur eisini til teirra, ið liggja lágt, og mong eru tey, ið hava kent fløvandi hondina hjá Bjarta.
Bjarta verður ynskt hjartaliga tillukku og Harrans signing framyvir.