Fiskivinna
Stállínubáturin Hvítabjørn, sum Bjarti Mohr keypti úr Íslandi, er nú seldur. Tað eru brøðurnir, Edvard, Andras, Martin og Jonhard, sum saman við pápa sínum, Páll Jóanesarson, hava keypt skipið, ið nú er heimahoyrandi í Saltangará.
Hvítabjørn hevur eisini fingið nýtt navn og kallast nú Margit eftir einastu dóttir Páll og Hildibjørg.
Frammanundan eiga faðir og synir eikbygda línubátin, Sjóstjørnuna, sum fiskar í sama bólki sum Margit, bólki 4b.
Margit eigur 86 fiskidagar á innaru landleiðini og nakrar dagar á Føroyabanka, meðan Sjóstjørnan eigur eitt størri loyvi.
Hvítabjørn stóð fyri høvuðssýni nakað skjótt, og hetta hava nýggju eigararnir longu fingið frá hondini, áðrenn loyst varð fyrstu ferð.
- Skipið, sum er bygt í 1999, hevur ligið nakað leingi. Neyðugt er við nøkrum justeringum, men vit eru glaðir fyri bátin og fara undir raksturin við góðum treysti, sigur Edvard Jóanesarson.
Hvørki seljari ella keyparar vilja upplýsa søluprísin.
Einir 6-7 mans verða umborð á Margit, sum hevur egningarmaskinu og góðar manningarumstøður.










