Casablanka
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroyskt átti trolarin Casablanka hevur í skjótt tvey ár ligið við bryggju í Noregi. Bót á 300.000 norskar krónur fyri ólógligan fiskiskap var orsøkin til, at trolarin varð lagdur í arrest í Ålesund. Men bótin varð ongantíð goldin, og trolarin við manning varð liggjandi.
Nú hava norskir lokalmyndugleikar fingið nokk av trolaranum, ið hevur ligið og gnagað gummi í síðan juli 2007, uttan at hava goldið havnargjald ella. Teir vilja sleppa av við hesa flótandi umhvørvisbumbuna, sum umhvørvisráðgevin í Ålesund Kommunu, Gunnar Godø, kallar trolaran. So gjarna vilja teir sleppa av við Casablanka, at teir hótta við at ognartaka og selja trolaran á tvingsilssølu, ger eigarin ikki vart við seg sum skjótast.
Leigðu bara skipið út
Tað er Bjarti Mohr, umvegis Sp/f 01.03.2007, betri kent sum Selberg, ið er eigari av trolaranum Casablanka. Men hann vil als ikki vita av nakrari ábyrgd fyri at trolarin liggur fyri vág og vind í Noregi. Sambært honum hevur Casablanka verið í charter hjá einum russiskum felag í meira enn tvey ár.
- Føroyska felagið, sum eigur Casablanka, hevur bara leigað sjálvt skipið út, og tað eru russar, sum hava skyldu til at halda skipið og at halda avtalurnar við manning, havnamyndugleikar og so framvegis. Vit hava als einki við hatta at gera, sigur Bjarti Mohr.
Ætlaðu nokk ongantíð at fiska
Tað var á vári í 2007 at felagið Selberg leigaði skipið út til eitt russiskt felag í Murmansk. Hvussu tað felagið eitur, minnist Bjarti Mohr ikki heilt, okkurt við Northern Research, sum er farið á húsagang.
Tað var tó stokkut gleði hjá russiska felagnum at leiga Casablanka. Í maj mánaði 2007 lá trolarin, sambært heimasíðuni hjá Jóanis Nielsen, við bryggju í Miðvági, og væntar havnameistarin, Venzel Nattestad, at skipið verður liggjandi í út við tveir mánaðir.
Tveir mánaðir eftir, í juli 2007, verður trolarin tikin fyri ólógligan fiskiskap í norskum sjógvi, og lagdur í arrest í Ålesund Kommunu.
Men sambært Bjarta Mohr var ætlanin nokk ikki at skipið skuldi til fiskiskap.
- Teir høvdu eina kvotu, sum teir ikki fingu brúkt, tí teir einki skip høvdu. Tí leigaðu teir Casablanka. Men ætlanin var nokk ongantíð at fiska nakað serligt. Tað var onkur teknisk manøvra, sum teir skuldu gera fyri at kunna brúka kvotuna, greiðir Bjarti Mohr frá.
Russar hildu ikki skyldurnar
Bjarti Mohr greiðir eisini frá, at russiska felagið ikki hevur hildið sínar skyldur móti felagnum hjá Casablanka, og at teir tí hava sagt avtaluna upp við russiska felagið.
Nær varð henda avtalan uppsøgd?
- Tað minnist eg ikki heilt, men tað var einaferð í desember, sigur Bjarti Mohr.
Tú sigur, at russarnir ikki høvdu hildið sínar skyldur móti felagnum hjá Casablanka?
- Nei, teir hava ikki so mikið sum goldið eina krónu, staðfestir Bjarti Mohr.
Hvussu eitt skip kann verða útleigað í næstan tvey ár, uttan at felagið fær eina krónu afturfyri at leiga skipið út, kann tykjast ógvuliga løgið. Men sambært Bjarta Mohr hava russar tó ikki einki givið afturfyri leiguna.
- Teir hava gjørt bátin í stand, tað skulu teir eiga. Og eg havi roknað tað uppí sum leigu, staðfestir Bjarti Mohr.
Fyri hálvum ári síðani var vælvildin hjá Bjarta Mohr uppi, og segði hann leigusáttmálan við russiska felagið upp.
Ábyrgdin aftur á føroyskum hondum
Leigusáttmálin við russiska felagið í Murmansk, sum leigaði Casablanka, er altso sagdur upp í desember mánaði, við hálvt ára uppsagnartíð.
Sostatt er ábyrgdin av Casablanka, ið enn liggur við bryggju í Noregi, aftur á føroyskum hondum. Og Bjarti Mohr væntar eisini at málið verður loyst skjótt.
- Tað er eingin ivi um, at russar hava tveitt hesa uppgávu yvir á føroyska felagið, uttan at gjalda eina krónu. Men vit arbeiða við at fáa málið loyst so skjótt til ber, sigur Bjarti Mohr.
Eftir ætlan fara teir yvir til Noreg eftir bátinum skjótt, og ætlanin er so at selja bátin.
Men hvussu verður við útreiðslunum, ið norsku myndugleikarnir hava havt av Casablanka, er ikki til at vita, tí Bjarti Mohr ætlar so einki at gjalda.
- Tað eru russar, ið eiga hasa bótina. Eg fari so ikki at betala hana, staðfestir Bjarti Mohr.
Hetta kann tó gerast ein torfør uppgáva at loysa. Norska løgreglan loysti nevniliga skipið úr arrestini fyri kortum, eftir at teir høvdu fingið trygd fyri kravinum við at taka veðhald í skipinum.