Bjarti Mohr bíðar eftir milliónunum

Í 11 mánaðir hevur reiðaríið hjá Bjarta Mohr, sum eigur Topaz, bíðað eftir 12,5 milliónum krónum ? meginparturin frá einum ónevndum statsreiðaríið

Partafelagið hjá Bjarta Mohr, Spf 4 September 1975, gjørdi eina avtalu við eitt statsreiðarí, sum Bjarti Mohr kortini ikki vil nevna, um at keypa annað skip hjá felagnum. Peningurin, 10,4 milliónir krónur, skuldu gjaldast felagnum 7. apríl í fjør. Men enn eru eingir pengar komnir, og tí er felagið drenað fyri gjaldføri, sigur Bjarti Mohr.

- Tað ringasta, sum hetta hevur ført við sær er, at tann fígging av Topaz, sum vit fingu lovað, er dottin niðurfyri, av tí at vit klára ikki at koma við tí neyðuga kontanta eginpeninginum. Nýggju lánigevaranir kravdu nevnliga meira pening í innskoti, og var alt hetta í ordan, um statsreiðaríið goldið okkara ágóða til tíðina, sigur Bjarti Mohr, sum leggur afturat, at umframt henda pening hava vit 2,1 mió kr í ágóða á øðrum stað.

Hetta er orsøkin til, at »Sp/F 4. september 1975« ikki klára at halda okkara skyldur yvir fyri manning og øðrum kreditorum, sigur Bjarti Mohr.

Hann hevur arbeitt við at finna fígging til Topaz aðrastaðni og hevur ferðast alt Evropa runt fyri at fáa loyst uppgávuna. Tað var næstan komið upp á pláss, tá ið fíggjarkreppan bleiv katastrofal og heimsumfatandi í september 2008.

- Fíggingarstovnarnir smekkaðu kassan í og bóðu meg koma aftur eftir nýggjár, tí teir vildu líka at síggja tíðina ann. Havi so latið teimum nýggjastu tølini og vænti at hoyra frá teimum skjótt. Men hetta er ikki nakað, sum gevur okkum breyð í munnin her og nú - og tað er trupulleikin, sigur Bjarti Mohr.