Oljuvinna
Dagfinn Olsen
Lassi Borðoy frá felagnum Atlantic Supply Base sigur seg hava stórar vónir til AGIP boringina næsta ár.
- Vónirnar eru góðar. Og at teir hava funnið olju hinumegin markið ger jú, at ein kann hava góðar vónir, sigur Lassi Borðoy.
Hann ásannar tó, at enn gongur rúm tíð, áðrenn nakað veruliga merkist til oljuvinnu í Føroyum.
- Eg er spentur uppá, hvussu leikur fer, men talan er ikki um løtuvinning, og einki hendir heldur næsta ár. Tað ganga nøkur ár, áðrenn nakað hendir, sigur Lassi Borðoy.
Sløkkja ljósið eina tíð
Spurdur, hvussu ein so rekur eitt felag, sum Atlantic Supply Base, tá bíðitíðin er so long, sigur Lassi Borðoy, at so er at steðga á eina tíð.
- Neyðugt er at steðga eina tíð. Ein má sløkkja ljósið og fara í annað arbeiði, til klárt er at byrja aftur, sigur Lassi Borðoy, sum eisini er í hálvum starvi sum sjómanskúlalærari.
- Vit arbeiða við at finna ymiskt annað at bjóða og arbeiða við, so vit t.d. hava aðrar tænastur at bjóða, men eru vit ikki komnir so langt við hesum, sigur Lassi Borðoy.
Neyðugt er at kunna umstilla seg og at duga eitt sindur av hvørjum, men Lassi Borðoy er greiður yvir, at neyðugt er at standa klárur alla tíðina, hóast niðursetta ferð, tí annars kann virksemið enda aðrastaðni.
- Hava vit einki at bjóða, tá oljan verður funnin, so er eg bangin fyri, at teir fara aðrar vegir við henni, og einki kemur hendaveg. Tað tekur langa tíð og leingi er at bíða. Tó hevði eg ikki roknað við, at tað fór at taka so langa tíð, sum tað hevur víst seg, sigur ein ærligur Lassi Borðoy.
Hann rekur Atlantic Supply Base í Runavík. Felagið hevur í samstarvsavtalu við Runavíkar havn ábyrgdina av allari útgerðini av alskyns slag, sum skal um føroyska bryggjukantin. Og føroyska útgerðarhavnin er samtykt at liggja í Runavík, so tað er ikki so lítið, sum er at taka sær av, tá virksemi er.
Í løtuni er bíðitíð og ljósið er ikki á fullum blussi í Atlantic Supply Base, men vónirnar eru sera bjartar.