Bjartalíð millum teir næstbestu

1. DEILD: Eftir málleysan javnleik á heimavølli ímóti AB er KÍ aftast

Tað treyt ikki við góðum málmøguleikum. Bæði KÍ og AB vóru í fleiri góðum støðum at skjóta mál, men tað eydnaðist ikki. KÍ vann seks hornaspørk og AB einki, og so endaði tað málleyst. AB og KÍ vunnu eitt stig í part í Klaksvík.

 

KÍ hevur fimm stig og er aftast við fimm stigum, og AB er á sætta plássi við 12 stigum.

 

Hósdagin fara bæði liðini at spæla í høvuðsstaðnum. AB fær vitjan av B36, og HB fær vitjan av KÍ.

 

Merkisvert var tað, at landsliðsspælarin Jóannes Bjartalíð var á næstbesta liðnum hjá KÍ ídag. Hann var ikki við, tá ið KÍ sunnudagin vann 5-0 í Sørvági. Í vikuni hevur hann vant við næstbesta liðnum, og í dag var hann á vøllinum allar 90 minuttirnar.

 

Boris Dosljak var á KÍ liðnum í 55 minuttir.