Bjartalíð er ársins leikari aftaná eitt framúr gott kappingarár

Jóannes Bjartalíð gjørdist toppskjútti hjá Fredrikstad og er valdur at vera ársins leikari

Ígjár kundu Mikkjal Thomassen, Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen og hinir í Fredrikstad lyfta steypinum sum tekin um, at teir eru meistarar í OBOS-liguni og flyta upp í bestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Hjá Jóannesi Bjartalíð gjørdist talan um eitt framúr gott kappingarár. Jóannes var á vøllinum í 27 av teimum 30 dystunum Fredrikstad leikti í OBOS-liguni í farna kappingarárið. Jóannes gjørdist toppskjútti hjá liðnum við 11 málum, hann legði eisini upp til átta mál og var sera eyðsýndur í nógvum dystum, og hevur fingið nógv rósandi orð við á vegnum frá stóra miðlinum í Fredrikstad, Fredrikstad Blad. 

 

Deildarsponsorurin, OBOS hevur valt Jóannes Bjartalíð at vera ársins leikara í OBOS-deildini, ið sigast má vera ein sera stórur heiður.

 

Brandur H. Olsen var darvaður av skaða fyrsta partin av kappingarárinum, men hann arbeiddi seg væl upp og endaði kappingina væl. Brandur skoraði trý mál og vann sær pláss millum teir fyrstu 11. Samanlagt fekk Brandur spælitíð í 19 av teimum 30 dystunum hjá Fredrikstad í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Spennandi verður at fylgja gongdini hjá Jóannesi, Brandi og Mikkjali í bestu norsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.