Bjartalíð fekk fyrsta dystin frá byrjan fyri Frederikstad

Fredrikstad eru framvegis ósigraðir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, men teir hava leikt fýra javnleikir seks tey fyrstu umførini

Jóannes Bjartalíð fekk sín fyrsta dyst frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad leiktu javnleik 0-0 á heimavølli móti Skeid Oslo.

 

Jóannes fekk 75 minuttir á vøllinum hesaferð.

 

Fredrikstad eru ósigraðir aftaná fyrstu seks umførini, og teir eru nummar fýra í deildini við 10 stigum, trý stig aftanfyri oddaliðið, Ranheim.

 

Fredrikstad hevur vart málið væl, men tað gongur illa at skjóta mál. Málúrtøkan fyri fyrstu seks dystirnar er 3-1.

 

Tað er eisini eitt vónbrot fyri mongu fjeppararnar hjá Fredrikstad, at allir tríggir heimadystirnir eru endaðir við javnleiki. 

 

Royndir upp á málið í dag vístu 5-3 til Skeid Oslo.

 

Komandi leygardag spælir Fredrikstad á útivølli móti Jerv.

 

Gullbrandur Øregaard, ið hevur verið uttanfyri við skaða hjá Sandnes ULF fekk seinasta korterið á vøllinum, tá Sandnes á útivølli tapti 0-1 fyri Moss. Moss skoraði sigursmálið tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Komandi fríggjadag tekur Sandnes móti Kristiansund á heimavølli.