Bjartalíð: Vit eru ein super bólkur av spælarum (FM1)

(FM1) Hoyr Jóannes Bjartalíð, ið var við til at leggja upp til fyrra málið hjá Klæminti A. Olsen staðfesta gott føroyskt avrik

##med2##

Jóannes Bjartalíð syrgdi saman við Meinhardi E. Olsen fyri einum rimmar uppleggi til Klæmint A. Olsen tá Føroyar komu á odda 1-0 móti Andorra í 19. minutti. Eitt lítið korter seinni økti Klæmint til 2-0, og tað gjørdist endaliga úrslitið. Andorra hevur í fimm dystum móti Føroyum ikki megnað at skorað móti Føroyum enn. Tað hevur einki annað landslið sum hevur spælt ímóti Føroyum fimm ferðir "megnað" at gjørt.

Føroyar – Andorra 2-0 (2-0)

1-0: Klæmint A. Olsen (19.)

2-0: Klæmint A. Olsen (33.)

- Vit eru ein super bólkur av spælarum. Vit hava fingið ein sera dugnaligan og seriøsan venjara úr Svøríki, sigur ein glaður Jóannes Bjartalíð aftaná dystin.

Jóannes Bjartalíð er glaður fyri, at føroysku spælararnir ikki fullu fyri ónollunum hjá Andorra, og megnaðu at halda burtur frustrasjónirnar: - Vit hava fult tamarhald, og vit halda høvdið kalt, sigur Jóannes Bjartalíð.

Føroyar eru fimm stig fremst í bólki 1 í Nations League bólki D, fimm stig frammanfyri Malta, men Jóannes Bjartalíð slær fast, at tveir torførir útidystir bíða í Riga og Valetta móti Lettlandi og Malta, so einki er avgjørt enn. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jóannes Bjartalíð aftaná 2-0 sigurin á Andorra. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge og Teit Joensen siga frá báðum málunum hjá Klæminti A. Olsen. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson. 

HER  ber til at hoyra viðmerkjararnar, Teitur Joensen og Jens Martin Knudsen taka samanum føroyska avrikið.

(Føroyar-Andorra 2-0. Samrøða við Jóannes Bjartalíð)