Bjartalíð hevur keypt "Uno" fyri at drepa tíðina í Dublin (FM1)

(FM1 í Dublin) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsmiðvallaran, Jóannes Bjartalíð

##med2##

Í millum venjingarnar í Dublin mugu spælararnir í hópinum hjá KÍ drepa fitt av løtum.

Landsliðsmiðvallarin, Jóannes Bjartalíð fann ráð fyri tí. Hann hevur keypt eitt "Uno" spæl, og nú er hørð kapping um at gerast innanhýsis meistari í Uno.

Jóannes Bjartalíð fortelur, at undanfarnu dagarnar hava verið fantastiskur, og hansara tankar leita heim til ta sera fótbóltsglaðu familjuna, og teir mongu KÍ-fjeppararnir.

- Um vit røkka bólkaspælinum so vóni eg, at vit kunnu fáa høvið at taka nakrar av teimum trúgvu fjepparunum við okkum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Bjartalíð á gistingarhúsinum í Dublin. 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum millum Dundalk FC og KÍ á FM1. Dysturin byrjar klokkan 19.30 hóskvøldið.

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Odmar Færø.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jonn Johannessen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Patrik Johannesen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig.

 

 

(Samrøða úr Dublin við Jóannes Bjartalíð)