Bjartalíð: Hetta er heilt ótrúligt

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við ein ovurfegnan Jóannes Bjartalíð

- Hetta er heilt ótrúligt, hetta er tað, sum KÍ handlar um. Hesi orðini segði ein fegin Jóannes Bjartalíð aftaná rimmar dystin í Gundadali, har KÍ vann 3-2 á HB.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum ungi KÍ-arin segði í samrøðu við Trónd Arge aftaná dystin.

 

Jóannes Bjartalíð heldur, at KÍ orkaði væl betur enn HB seinastu løtuna av dystinum. Í seinna hálvleiki fór KÍ-ararnir longur niðan á vøllin at møta HB-arunum. Jóannes Bjartalíð heldur, at hann og liðfelagarnir vóru eitt sindur uppá millumhond í fyrra hálvleiki, men hetta fingu teir rættað uppá.

 

Samrøðan var gjørd beinavegin aftaná dysturin var liðugur, so tað var ein troyttur, men glaður Jóannes Bjartalíð, sum kom til orðanna. Meðan samrøðan var í gongd komu venjarar og fjepparar framvið at fagna Jóannesi Bjartalíð.