Klokkan 16 verður fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági, har KÍ er gestur hjá 07 Vestur.
KÍ er ósigrað oddalið, sum mikukvøldið fyri fyrstu ferð í ár noyddist av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Tað endaði 2-2 á heimavølli ímóti HB, og tað høvdu klaksvíkingar alla orsøk at fegnast um.
Onkrir, sum hava verið fastir menn á KÍ liðnum, eru ikki við ídag. Deni Pavlovic og Heini Vatnsdal og Daniel Björkman eru skaddir, og so er Jóannes Bjartalíð als ikki á listanum ídag. Hann hevur verið við í øllum dystunum higartil í ár, og hann hevur skorað trý mál.
Mikudagin tapti 07 Vestur 3-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tríggir av teimum, sum tá vóru millum teir fyrstu ellivu, eru í dag á beinkinum. Teir eru Martin Tausen, Heine Mortensen og Erling F. Myklebust.










