TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jóannes Bjartalíð aftaná Jóannes saman við liðfeløgunum í KÍ hevði tapt 0-3 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. NSÍ vann samanlagt 5-2.
Jóannes Bjartalíð heldur, at leikliga trýsti KÍ heimaliðið í botn allan dystin. Hann heldur, at úrslitið er eitt sindur misvísandi.
Hann staðfestir, at tað gjørdi arbeiðssetningin væl tyngri tá NSÍ skoraði til 1-0 uppá einasta málmøguleikan heimaliðið hevði í fyrra hálvleiki. Tá mátti KÍ fram at skora tvey mál, og tað eydnaðist NSÍ at skora tvey mál uppá mótálop.
Jóannes Bjartalíð slær fast, at teir í KÍ ætla sær uppá hestin aftur beinavegin, og nú verður alt fokusið uppá effodeildina.