Yvirtøka
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum er nú klárur at yvirtaka flogvøllin í Vágum. Eisini er hann til reiðar at tingast við stjórnina um yvirtøku av loftferðslumyndugleikanum.
Hesum boðaði hann stjórnini frá í tveimum brøvum, sum send vórðu í gjár.
Bjarni Djurholm váttaði fyri Sosialinum, beint áðrenn blaðið fór til prentingar, at brøvini vóru skrivað og fóru at verða send stjórnini. Hann segði eisini, at tey fóru at verða almannakunngjørd, bwint eftir, at tey vóru send.









