Kappingar við sterkum monnum hevur ein ríka søgu í Føroyum. Fyri Bjarna Nielsen, sum er føddur í 1988, er tað serliga tíðin við Regini Vágadal, ið stendur sterk í minninum. Tað hevur ment ein áhuga, sum í dag næstan er eitt fulltíðaryrki hjá 30 ára gamla havnarmanninum.
(Brot úr grein í Sosialinum 8. november 2018)
Tað eru eftir hondini nøkur ár síðani, at hann bjóðaði sterkum monnum sum Boga Hammer og Jákup Súna Berg av. Við mohawk-hársniði, einum andlitsbrá og perónligheit á pallinum, sum áskoðararnir tóku væl ímóti.
Í dag er hann fimmfaldur Føroya sterkasti maður og ætlar sær meir. Hann er nú næststerkasti maður í ríkinum, men ætlar sær at vinna sterkmanskappingina, sum verður til Burn Showdown í høllini á Hálsi um eina viku.
- Eg eri so ikki við fyri at læra, sigur Bjarni Nielsen, tá hann verður spurdur um hann ætlar at vinna.
Nummar tvey til DM
Til DM bleiv Bjarni nummar tvey, aftanfyri føroyavinin Mikkel Leicht, sum í fleiri førum hevur verið til kappingar her á landi.
- Eg visti, at eg nokk fór at blíva nummar eitt ella tvey. Tá avtornaði skuldi eg vinna tvey øvilsir, fyri at koppa Mikkel Leicht. Tað megnaði eg ikki, sigur Bjarni Nielsen eitt sindur vónbrotin á málinum, sjálvt um hann er fegin um 2. plássið.
Vil vinna Burn Showdown
Næsta málið hjá Bjarna Nielsen er at vinna Burn Showdown. Hann trívist best á heimavølli, men lærir eisini nógv fyri hvørja kapping hann luttekur á, tá hann er á ferð. Í fjør var Bjarni Nielsen í harðari kapping við Žydrūnas Savickas, eisini nevndur Big-Z, um fyrsta plássið. Litavin er ein sannur risi, men hevði ilt við at rista Bjarna av sær.
- Tað vísur seg, at eg trívist best á heimavølli. Tað er her eg fái bestu úrslitini. Tí síggi eg eisini bjart upp á Burn Showdown, sigur Bjarni Nielsen,
Fleiri nýggir mans
Luttakaralistin til Burn Showdown 2018 er nakað øðrvísi enn í fjør. Stóri kappingarneytin hjá Bjarna Nielsen, Žydrūnas Savickas, er ikki við. Í hansara stað er komin landsmaðurin, Vytautas Lalas. Millum teir nýggju á listanum eru Krzysztof Radzikowski úr Pólland, Ryan England úr Bretland, Kim Lorentzen úr Grønlandi og John Wiberg úr Svøríki.









